Norðborg hevur roynt norðanfyri eftir svartkjafti í eina viku. Teir brutu túrin av vegna fiskaloys og hava eini 300 tons av frystum og um 80 tons í mjøli.
Teir løgdu at í Norðhavnini klokkan 9.30 í morgun. Hildið varð ikki, at fiskaríið var nóg gott, og brutu teir tí túrin av og fara at leggja um til annað fiskarí.
Spruningurin er kanska eisini um, hvørja semju Damanaki og Vestergaard koma til?
Orð og mynd: Dávur Winther










