Nordatlantisk Korfestival

Aftur í ár verður skipað fyri kórstevnu undir heitinum ?Nordatlantisk Korfestival?, har føroysk, íslendsk og grønlendsk kór í Danmark hittast til tveir dagar við sangi og hugna. Eisini eru einstaklingar við áhuga fyri sangi vælkomnir. Fýra slíkar stevnur hava verið áður ? í ?9

7 í Århus, í ?98 í Odense og í 1999 í Keypmannahavn.

Stevnurnar higartil hava verið óføra góðar, og eini 150 eldhugaðir sangflytifuglar plaga at vera við til hetta tiltak. Hesuferð verður kórstevnan í Aalborg í døgunum 19. til 21. mei ið er um dýrabiðidagsvikuskifti. Tað er føroyska kórið í Aalborg, Álakórið, ið skipar fyri.

Luttakarar á kórstevnuni syngja saman í felagskóri, sum í ár er undir leiðslu av tveimum leiðarum. Annar er føroyingurin Heri Eysturlíð, sum er kendur í Føroyum, men nú er lagstur upp í Stokkhólmi, og hin er danin Erling Kulberg, lektari við Århus og Aalborg Universitet. Felagskórið fer at syngja bæði rútmiskt og klassiskt tilfar. Eisini verða føroyskir, íslendskir og grønlendskir sangir sungnir.

Á stevnuni verða tvær konsertir. Fyrra kvøldi syngja tey luttakandi kórini hvør sær, meðan felagskórið syngur seinna kvøldið. Framførðslurnar eru almennar.

Fyriskipararnir hava fingið fatur á sera væl egnaðum hølum, á Aalborg Specialpædagogiske Seminarium, Odinsgade 21 í Aalborg.

Luttakaragjaldið er 350 kr. Og skal rindast inn á konto í

BG-bankanum, reg. Nr. 1199, konto nr. 1-687-6542 áðrenn 1. mei 2000. Girokort verða ikki send út!

Ynskir onkur at vita meiri um stevnuna, er at venda sær til:

Óla Jákup Tvørfoss, tlf. 98311917 / 20159657 ella

Ingu Samuelsen, tlf. 98149495

Eisini ber til at senda t-bræv til alakorid@hotmail.com