Havn: - Norðurlandaráðið vil fegið víðka samstarvið við Baltikum og Eystureuropa. Sum ein norrønur stovnur eru vit sjálvandi fegin um tað.
- Men vit duga haraftrat væl at síggja, at vit hava so nógv til felags við hesi londini í okkara grannalagi – Canada, Hetland og Orknoyggjar – at Norðurlond so líðandi mugu økja samstarvið við hesi londini, sigur Lars Thostrup við Sosialin.
1. august í ár tók hann við starvinum sum stjóri í NORA, hvørs skrivstova er í Havn. Fríggjadagin í farnu viku hevði stýrið fund í Havn, og var hetta samstundis fyrsti fundur hansara sum stjóri.
Endamálið við NORA er at gera sítt til, at vinnuligt samstarv í Norðuratlantshavi kann økjast og mennast. Hetta kann gerast við menningarverkætlanum og við at skapa umstøður fyri at geva royndirnar víðari innan landbúnað, ferðavinnu, havumhvørvi og tey lokalu samfeløgini.
Í nevndini eru umboð fyri tey fýra londini í stovninum. Formaður er norðmaðurin Eirik Fiva og næstformaður Thomas Arabo úr Føroyum. Komandi summar verður hann formaður í nevndini.
Hinir nevndarlimirnir eru Herdis Sæmundardóttir úr Íslandi og Lida Skifte Lennert úr Grønlandi. Á skrivstovuni í Havn arbeiða umframt stjóran eisini Jákup Sørensen og Lis Hammer.
Broytingar
Millum tey mongu málini á fundinum fríggjadagin varð tosað um virksemið hjá skrivstovuni í komandi ári. Her liggja nógv spennandi mál fyri framman, umframt tað at fólk og felagsskapir sjálvi hava møguleika at seta sín dám á arbeiðið.
Eitt av málunum, ið NORA er upptikið av, eru broytingarnar í veðurlagnum. Á altjóða støði er hetta eitt álvarsmál, og er tað eisini í Norðuratlantiskum høpi.
- Vit vita, at hesar broytingar raka fólk kring allan heimin. Her í økinum hava broytingar sína serstøku ávirkan, og hetta vilja vit fegin gera okkara til at upplýsa um og gera nakað við, sigur Lars Thostrup.
Eitt annað mál er samstarvið innan ferðavinnuna. Tey seinnu árini hava tær sonevndu reikferðirnar (cruise) vundið nógv uppá seg, har stór ferðamannaskip sigla land av landi til ferðafólki.
Tey fýra londini hava áhuga í at samstarva um hetta við bæði marknaðarføring og ferðamøguleikum. Og kanska eisini at samstarva um tilbúgving í samband við ferðamannaskipini á Norðurhøvum.
Hinvegin fær NORA á hvørjum ári eitt stórt tal av umsóknum frá fólki og felagsskapum, ið hava sum mál at menna samstarvið millum londini í økinum.
Í dag eru omanfyri 100 partnarar í ymiskum ætlanum. Av hesum koma tey flestu úr londunum í NORA. Í 2007 luttaka føroyskir partnarar í 19 ymiskum nýggjum verkætlanum.
Stuðul verður serliga latin til umsóknir, sum hava við havumhvørvið, ferðavinnu og strandalond at gera.
NORA fyri Norðurlond
Norrøna Atlantssamstarvið, upprunaliga Útnorðurssamstarvið víðkað við Noregi, byrjaði í 1996. Hetta er eitt samstarv ímillum Ísland, Grønland, Føroyar og Vestur- og Norðurnoreg undir Ráðharraráðnum í Norðurlandaráðnum. Hetta er í roynd og veru einasti altjóða felagsskapurin sum hevur skrivstovu sína í Føroyum.
Ráðharraráðið ger av, hvørjum reglum nevndin fyri samstarvið skal fylgja, og pengarnir, ið nevndin hevur at arbeiða við, koma eisini hagani.
Høvuðsskrivstovan er í Føroyum, men skrivstovur eru eisini í hinum londunum.
Stjóri í NORA er 43 ára gamli Lars Thostrup. Hann hevur sitið í starvinum síðani 1. august í ár.