Tvær undankappingar hava longu verið, og 20 av teimum 38 londunum, ið kappast um at koma til finaluna, hava fingið sítt atgongumerki. Eitt av teimum, ið ikki eydnaðist at koma víðari, var Norra. Stella Mwangi umboðaði Norra við sanginum "Haba Haba" og tað var fyrstu ferð at afrikanska málið swahili var í Grand Prix - men tíanverri vóru atkvøðurnar ov fáar til, at hon slapp víðari.
Hetta hevur eisini við sær, at Norra ikki sleppur at atkvøða leygarkvøldið.
Ein trupulleiki við Grand Prix er, at grannalond atkvøða uppá hvønnannan - hetta hevur man roynt at bast í ár við at bara lond, ið luttaka í undankappingunum og finaluni, sleppa at atkvøða.
"The big five" - Spania, Ongland, Italia, Frakland og verturin Týskland sleppa víðari uttan undankapping.
Máttu broyta sangin
Danski sangurin "New Tomorrow" er broyttur nakað til finaluna, tí fleiri lond hava kritiserað hann fyri at vera eitt kopi av øðrum løgum. Millum annað líkist hann nógv sanginum "Sing for me" hjá Andreas Johnsson og "Shine" hjá Take That.
Bólkurin hevur gjørt hesa viðmerkingina til kritikkin:
- Sangurin inniheldur bara fimm tónar og tí minnir hann sjálvsagt um aðrar sangir, fólk hava hoyrt.
Teir flestu sangirnir í ár eru róligir. Eingi trøll sum "Lordi" úr Finnlandi ella robotar úr Azerbadjan eru at finna. Sindur keðiligt kanska, men hetta er ikki óvanligt, tá vinnarasangurin árið fyri var friðarligur.
Favorittarnir
19 ára gamla Lena, ið vann fyri Týskland í fjør skal aftur luttaka í ár. Hon sang allar sangirnar í týsku undankappingini og luttekur við sanginum "Taken by a stranger".
Hetta er triðju ferð Týskland er vertur fyri kappingini, men fyrstu ferð sum samanlagt Týskland - í 1957 og 1983 var tað Vesturtýskland.
Tey lond, ið eru høgt á listunum hjá veddingarfyritøkunum eru Frakland, Azerbadjan, Ungarn og Bretland. Men vit vóna sjálvandi, at sigurin fer til okkurt av teimum norðurlendsku londunum.