Høvdu Norðurlond tikið seg saman í eitt samveldi, hevði tað verið ein eind, sum veruliga kundi gjørt vart við á altjóða pallinum. Tað skrivar svenski søgumaðurin Gunnar Wetterberg í einari grein í blaðnum Dagens Nyheter.
Hansara uppskot er, at tey fimm londini taka seg saman í eina eind við Keypmannahavn sum høvuðsstaði og Margrethu sum drotning.
Gunnar Wetterberg skrivar, at sum eind høvdu Norðurlond verið ein tann sterkasta búskapareindin í heiminum.
Tað er neyvan av tilvild, at grein kemur, nú Norðurlandaráðið heldur fund í Stockholm.