Norðurlond savnaðust fyri at umrøða alkohol og rúsevni

Nordisk rusmiddel seminar hevur verið í Føroyum í ár. Fólkaheilsuráðið var vertur fyri seminarinum, sum landsstýriskvinnan í Heilsu- og innlendismálaráðnum, Sirið Stenberg, setti mikumorgunin 22. august.

 

40 fólk úr teimum ymisku norðurlondunum, Grønlandi, Íslandi, Finlandi, Norra, Svøríki, Álandi, Danmark og Føroyum hava verið savnað fyri at umrøða fyribyrgjandi arbeiðið á alkohol og rúsevnis økinum. Seminarið hevur verið sera áhugavert og gevandi og endaði á middegi í dag. Hesaferð hevur dentur verið lagdur á støðuna millum børn og ung, har evnini vóru:

 

  *   Søguliga gongdin í Føroyum

  *   Arbeiðið hjá Fólkaheilsuráðnum

  *   Týdningurin av ABC fyri sálarliga heilsu í mun til alkohol og rúsevni

  *   Drekkivanar í teimum ymisku londunum

  *   Ymiskar alkohol tilráðingar

  *   Avbjóðingar á økinum

  *   Liberaliseringar í mun til cannabis

  *   Møguligar avleiðingar, tá ið politiskar avgerðir verða tiknar uttan vísindaliga prógva gransking

  *   Hvønn týdning hevur gransking

  *   Marknaðarføring

  *   Hvørji átøk rigga

  *   Eyðkenni hjá ungum, sum drekka í mun til tey, sum ikki drekka

  *   Týdningin av góðum relatiónum, serliga relatiónir til foreldur

  *   Hvønn týdning hugburðurin hjá foreldrum hevur

  *   Hvussu stuðla vit foreldrunum á bestan hátt

  *   Hvønn týdning hevur samskifti um rúsvanar

 

Granskingin vísir týðiliga, at fyribyrgjandi arbeiðið riggar, og vit eru væl við í Føroyum. Tí skulu vit halda fast um tær verkætlanir, sum vit longu nú arbeiða við. Tó liggja Føroyar á næstsíðsta plássinum í norðurlondum, tá ið tað snýr seg um aldur fyri nær ein byrjar at drekka alkohol, so her hava vit nakað at arbeiða við, tí vit síggja, at tað hava onnur megnað at broytt í størri mun enn vit í Føroyum.