Síðan desembur mánað í fjør hevur Føroya Landsstýrið verið umboðað í einum norðurlendskum samstarvsbólki, ið hevur arbeitt við einari sokallaðari »felags norðurlendskari ætlan fyri burðardyggari menning«.
Fyrsta útkast til ætlanina er júst greitt úr hondum, og verður nú sent ymsum felagsskapum í norðurlondum til ummælis. Millum føroysku felagsskapirnar, ið fáa ætlanina til ummælis, eru Kommunufelagið, Reiðarafelagið og Bóndafelagið umframt onnur.
Felags norðurlendska ætlanin um burðardygga menning er ein langtíðarætlan fyri, hvussu noðurlondini í framtíðini skulu troyta síni tilfeingi, verja umhvørvið og sum heild seta eina felags kós frameftir.
Avtala felags hugburð
Arbeiðið við at gera ætlanina krevur sostatt, at norðurlondini semjast soleiðis nøkunlunda um hvønn hugburð tey skulu hava til ymisk stórmál sum til dømis nýtslu av ríka fiskatilfeinginum, matvørudygd og orkuframleiðslu.
Eitt annað av yvirornaðu viðurskiftunum, ið norðurlondini skulu semjast um í hesum sambandi, er spurningurin nýtslu av tilfeinginum av súgdjórum í havinum kring okkum.
Og her liggur ein av ósemjunum, ið forðar arbeiðinum við ætlanini um burðardyga menning í norðurlondum. Svøríki tekur nevniliga fyrivarni fyri tí, ið stendur í útkastinum til felags hugburð í norðurlondum um veiðu og verju av havsins súgdjórum.
Hendan partin av avtaluni hava føroyingar orðað í samstarvi við Ísland, og tí harmar tað ikki sørt landsstýrið, at sviar í seinastu løtu valdu at lýsa sítt fyrivarni fyri tí, ið stendur í hesum partinum av útkastinum til ætlanina.
Havsúgdjór eiga at gagnnýtast
Norðurlondini hava hvør í sínum lagi skrivað samráðingaruppkøst til ymsu partarnar av heildarætlanini, ið tey kenna best. Føroyar og Ísland fingu litið upp í hendi at skriva samráðingaruppkast til heildarætlan um havtilfeingi. Harí lá eisini at gera samráðingaruppskot um tilfeingið av havsúgdjórum, og tað var hesin partur, ið sviar kendu seg noyddar at taka fyrivarni fyri.
Í útkastinum hjá føroyingum og íslendingum til langtíðarmál fyri burðardyggari menning innan veiðu av havsúgdjórum stendur sum høvuðsmál, at innan tey komandi 20 árini skal norðurlendski politikkurin viðvíkjandi havsúgdjóraveiðu mennast samsvarandi tí hugburði, at havsúgdjór eiga at gagnnýtast við tí fyriliti, at hetta ikki skal ávirka stovnin meira enn ráðiligt er.
Í útkastinum stendur víðari, at norðurlond í framtíðini skulu samstarva í altjóða høpi við tí fyri eygað at tryggja varðveistlu og burðardyggari nýtslu av havsúgdjóratilfeinginum.
Landsstýrið harmast
Í tíðindaskrivi frá Uttanlandsdeildini hjá Føroya Landsstýri verður harmast um, at Svøríki hevur tikið fyrivarni fyri tí, sum Ísland og Føroyar hava lagt upp til í útkastinum til avtaluna.
Hetta málið verður nú neyðugt at loysa á politiskum stigi, áðrenn tað kann gerast partur av felags norðurlendsku heildarætlanini fyri burðardyggari menning.
Tann endaliga útgávan av hesi heildarætlan skal ætlandi leggjast fyri Norðurlandaráðið at samtykkja á ársfundinum, sum verður í novembur í ár. Ætlanin skal so koma í gildi við ársbyrjan komandi ár.