Fyrilestur
Fyrsti partur av trimum
Fyri 30.000 árum síðani gingu gongur av mammutum víða um tað, sum skuldi koma at eita Norðanlond. Seinni komu ymisk fólk til, ið vit ikki vita so nógv um altíð. Ríkar steinaldarleivdir eru at finna, henda mentan var seinfør og ikki kom hon at skapa veruligt stórríki sum t.d. rómverjar. Mangar fólkaferðingar ? skytar, hunnar, avarar, sarmatar, tartarar komu seinni at ávirka okkum.
Kendur er Altala kongur (doyði í 453) og blámenninir, t.v.s. arabar, ið Karl hin Stóri basti í Ronsevalles í 778. Turkurin var óndur, og fólk áðrenn hetta ræddust hunnarnar. Seinni komu gýðingar og sigøjnarar til sum reikfólk, nakað vit í Norðanlondum aftur síggja í dag, har flóttafólk og tilflytarar koma til okkara úr øllum ættum, kanska serliga úr Miðeystri og Afrika. Í øllum hesum síggja vit støðu okkara í Europa, men vit endaðu ikki sum reikfólk, týskarar ella sum útdeyð gotisk stamma. Ikki kom bert ófriður við øllum hesum fólkum, eisini rúnur komu við hesum fólkum í ár 200 ca.
Í Víkingatíð høvdu vit øki til Spaniu, Ongland, Írland, Russland, 700-1000. Hesa tíð glorifisera vit helst. Áhugavert er at hyggja eftir kortinum hjá Olaus Magnus, kallað Carta Marina frá 1539, har kortið yvir Føroyar er ovurhonds stórt lutfalsvís.
Norðurlond hava gjøgnum søgu okkara havt týdning. Longu Niebuhr ferðin í 1761-67 til Miðasiu og arabisku ríkini vakti ans, og stovnaði gransking av arabisku londunum. Hetta er serliga væl skrivað hjá Thorkild Hansen í bókini: "Det lykkelige Arabien".
Um 1800 byrjar áhugi at festa seg við Norðurlond, við yrkingunum hjá James Macpherson um Ossian skapti áhuga fyri fornnørrønum søgum. Henda versión av Norðurlondum var ikki, hvat tað var tá men púra merkt av mytu. Svøríki skuldi koma langt innan evnafrøði við Berzelius. Danmark við Ørsted , áðrenn tað var tað Tycho Brahe, Ole Worm og Ole Rømer. Linné úr Svøríki við plantugranskingini. Og við dananum Grundtvík komu Norðanlond at spæla ein týðandi leiklut í heiminum. Brøðurnir Robert og Alfred Nobel eru enn kendir, har serliga hin seinni kom at stovna Nobelvirðislønina.
Romantiska tilverufatanin var eisini uppgerð við latínskúlarnar, har alt ljós lá í Hellas og í Rom. Hjá Grundtvík eru fleiri "gullaldrar", m.a. ein hjá forfedrum okkara í víkingatíð. Seinni komu Grieg, Munch, Strindberg, Ibsen og Sibelius at spæla ein stóran leiklut um alt Europa. Pólfararar sum Amundsen og Nansen gjørdust kendir um allan heim, hin seinni sum pólfarari og politikari. Amundsen sum hin fyrsti at koma fram at Suðurpólinum, eftir at Scott og áðrenn tað Endurance ekspeditiónin við Ernest Schacleton úr Onglandi endaði so syrgiliga. Norðanlond spældu við í "heimssymponiorkestr-inum", nakað vit í dag ikki longur gera í so stóran mun.
Norðurlenskt samstarv í søguni
Norðurlenskt samstarv var altíð darvað av kríggi, tí mangan var blóðugt kríggj millum Danska Ríkið og Svøríki. Men ikki minst kríggini hjá Danmark við Týskland í 1840 unum komu at skapa ynski um at verja seg móti Preussen og at skapa ein savnaðan her í Norðanlondum. Longu í 1864 brast henda ætlan, tá Danmark tapti i Suðurjútlandi. Nordisman gjørdist politisk hugmyndafrøði, hetta at savna brøðratjóðir og tað rundan um Týskland sum fígginda. Longu her sóu vit eitt brá við nordismuni, har hon kroyst av umheiminum setur seg aftur.
Myndin av fólkunum í Norðanlondum, serliga í Útnorði var í 1800´talinum brúkt sum stuðul um, at germanska fólkið er yvirlegið, hugsið bert um Wagnersa verk um Niebelung ringin. Henda eksotiska víkinga folklorisma skuldi fylgja okkum langt inn í modenaða tíð, har t.d. javnaðarhugsjónin hevur verið sterk og hevur vent hesum á. Men hví hava vit einki Norðurlenskt "NS", í staðin fyri ES? Valdsteoretikarar og sosiologar sum Giddens definera valdið hjá nationalstatinum, sum t.d. í bókum sum The Nation-State and Violence frá 1985, at slíkur statur hevur valdsmonopol. Okkum eydnaðist ikki at savna Norðanlond og at skapa eitt felags valdsmonopol, og hetta er tí eisini svarið.
Folkhemmet og Svøríki sum heimsins samvitska
Seinni kom menningin av Norðanlondum at ganga nakað eins. Svøríki royndi seg við Folkhemmet, og vildi vera eitt modell fyri allan heimin, sum heimsins samvitska, tá tað kom til fólkaræði, líkheit, pasifismu og stuðul til triðja heimin. Vit fáa funktionalismuna, ið kemur frá Týsklandi, men mennist í Norðanlondum innan byggilist, innbúgv og vísir Skandinavisku lívs- og samfelagsfatanina sum heilt til okkara tíð hevur verið tann mest modernaða í Europa, onkur meinar í heiminum. Finland hevur aðra søgu enn hini londini, har Russland hevur tarnað hesum landi at ment seg . Men serliga finnar liva í dag við eini stórari framgongd, og nógv hyggja eftir hesum lítla landi í dag, og royna at skilja finsku gátuna. Hví kemur so nógv framgongd haðani? Teir hava eisini í søguni verið frammalaga innan design og byggilist.
Eftir at Múrurin fall komu Baltisku londini aftur við eisini í Norðurlenska flokkin, men enn er tað sum um at Baltisku londini eru eitt slag av stjúkbørnum í norðurlenska samstarvinum í dag. Hetta er eitt tað stórsta problemið, sum í mong ár hevur hótt við at skræða Norðurlenska samstarvið sundur í bitar, meðan Útnorður nærum hevur silgt sín egna sjógv. Hetta er hitt stórsta problemið innan alt Norðurlenskt samstarv í dag, eisini nú í hesum døgum tá Norðurlenska Ráðið møtist í Finnlandi, t.e. viðurskiftini til Baltisku londini og menningin av Útnorði.
Norðanlond og Europa
Norðbúgvar eru partar av Europa, mangan hava eyguni hjá hinum vent sær hendan vegin til Føroya, sum vit hava sæð við læknanum P.L. Panum, sum í 1846 ferðaðist í Føroyum og grøddi eini 900 fólk frá lívshættisligum meslingum. Seinni komu aðrar læknaferðir hendan vegin. Um tað eru íslendingar ella føroyingar, ið kunnu krevja tann heiður at tosa um Niels Finsen, men her var lækni við familju úr Føroyum (og Íslandi), ið fekk Nobelsvirðislønina.
Í 20 unum sendi Rokkefeller Fondurin og The Ford Fundation granskarar til Keypmannahavnar at útbúgva seg hjá Niels Bohr, men hetta er ikki soleiðis longur langtfrá, nú er nógv vald endað í USA, Onglandi og í stóru londunum í Evropa.
Folklorisma og Útnorður
Gjøgnum søguna hava Føroyar havt áhuga fyri týskar, enskar og franskar ferðandi. Mangan eru vit tí gjørd til okkurt eksotiskt, okkurt, ið minnir um ein miðsummer idyl. Nógvar av teim ferðum, sum útlendingar komu at gera til Føroya, skuldu koma at staðfesta ein fordóm tey komu við her til lands, tí hesi vildu síggja okkurt upprunaligt, okkurt mergjað, og føroyingar hava spælt við. Mangan tosar man um, at antropologar fyrr komu at skapa tað teir fóru út at granska. Tey, sum hava folkloriserað Føroyar, hava gjørt stóran skaða, tí enn er tað sum um hetta hevur ov stóran týdning. Tosar man við íslendingar, so hava teir ikki nógv gott at bera tíðini frá t.d. 1800 til 1940. Tað er sum um teir hava gjørt av at ikki er tað vert at hálova hesi tíð, heldur hinvegin. Men her hjá okkum kann einki vera nóg gamalt, nóg fólksligt og mangan folkloristiskt.
Í Útnorði finst ótti um, at Europa skal koma at integrera alla mentan, politiskt og økonomikst vald, har Ísland, Noreg, Grønland og Føroyar enda sum miðalhampa ES borgarar. Søguligur anti-kolonialur ótti er fyri øllum yvirtøkum. Men í dag er tað sum at møti við aðrar mentanir setir nýggjan dagsordan, leiðir til sjálvsrannsakan og alnógva hugsan um egnan samleika í øllum Norðanlondum. Noreg, Svøríki og Danmark hava fingið flokkar, sum leggja á gamlan tjóðskaparretorik og pathos, ið beinleiðis er elvdur av ótta fyri broytingum og av óttanum fyri at missa ein mentanarligan homogenitet. Tað er ikki av ongum, at jantelógin sigst stava frá Norðanlondum. Granskarar meina, at gomul bóndasamfeløg, har bert eitt fólk livir, ið hevur somu mentan, mál og siðir, at har fáa vit eitt mentanarligt støðufesti og ein fastleika, ið verjir slíkt samfelag og slíkan felagsskap frá at fella sundur. Í hjartanum á hesum trygga og haldgóða felagsskapi sær alt út sum um tað er trygt og fjálgt, og tað er tað eisini fyri tey, sum eru lík hinum, men mótatgerðin, afturløning ella revsiatgerðin lúrir frá slíkum sterkum og homogenum felagsskapi, er at sláa og berja tey, sum ikki er sum hini (hetrogen) uppá pláss, við orðum sum: tú skalt ikki halda, at tú ert betur enn vit. Slík lemjan hevur til endamáls at verja borg, men feilurin er, at her er einki drívandi ágrýtni og her er eingin dynamikkur, tí eitt slíkt samfelag hevur ikki evni til at broyta seg. Samfelagsgranskarar meina, at jantelógin í Norðanlondum kom serliga fram, í eini tíð, har alt samfelagið broyttist frá einum feudalum eindarsamfelag og bóndasamfelag og til eitt ídnaðarsamfelag. Hetta sær man í tí fantastisku bókini: "Feðgar á ferð", har tey eldru eru um at fara í grøvina av skomm um at skylda eitt sindur av peningi. Hesi skilja ikki nýggjar siðir og eru tragikomiskt afturúrsilgd av tíðini. Synirnir allir uttan hin eini, eru farnir uppí modernaðan ídnað og bróta tí eisini við støðufesti og samanhangandi heildina í samfelagnum tá.
Bøkur
Nostalgi og Sensationer ?Folkloristisk perspektiv på Mediekulturen. (red. Torunn Selberg). 1995.
Kultur på Färöarna. Notiser, Bidragsfördeling. Statens kulturråd. Tidsskrift. Nr. 1-2 1991.
Nationella identiteter i Norden ? ett fullbordat projekt? (red. Anders Linde-Laursen & Jan Oluf Nilsson. 1991.
Samarbebete Nordisk Styrka. Nordisk Minsierråd. 2002. (faldari).
Oppet för världens vindar. Nordisk Ministerråd. 2002.
Nordisk Samarbjdsorgan ? Institutions of Nordic Cooperation. 2002 (www.norden.org)
Frihetens Källa ? Nordens betydelse för Europa. en antologi (red. Svenolof Karlsson). Nordisk Råd, 1992.
Zygmunt Baumann: Globalisering ? De menneskelige konsekvenser. 1999.










