Norðurlendskur talgildur samleiki samtyktur

- Eg vænti, at hetta fer at hava stóran týdning fyri mangar norðurlendskar borgarar. Tað skal gerast lættari at búgva, arbeiða og lesa og at gera síni almennu ørindi talgilt um øll norðurlond, sigur Anna-Maja Henriksen, sum legði uppskotið fram vegna mið-bólkin.

 

Norðurlandaráðið hevur í dag samtykt, at tey ynskja ein felags talgildan samleika, E-ID, fyri øll Norðurlond. E-ID er ein lykil til bankatænastur arbeiðið, lestur og handil um landamørk, og um politiski viljin er til staðar, kann hesin lætt tillagast til at galda fyri øll Norðurlond.

 

Norðurlandaráðið vil við hesum gera tað lættari at búgva, lesa og reka virki tvørtur um landamørk í Norðurlondum. Nýtslan av E-ID fer ikki at krevja, at norðurlendingar fáa eitt felags p-tal, men at samleikin hjá borgarunum kann knýtast at almennu dátugrunnunum, sum londini hava hvør sær um borgararnar. Talan er um landsfólkayvirlit, sjúkrapengar, dagpengar ella pensjónsyvirlit.

- E-ID kann lýsast sum ein lykil, sum kann læsa hurðar upp, sum vanliga eru stongdar, um tú ikki hevur eitt p-tal úr landinum, tú ert í, skrivar Norðurlandaráðið á heimasíðu síni.