Tann árligi málfundurin hjá teimum norðurlendsku málnevndunum verður í ár hildin í Føroyum frá 26.-28. august. Tað eru Føroyska málnevndin og Nordisk Sprogkoordination, sum hevur sæti í Keypmannahavn, ið skipa fyri.
Luttakararnir vera umleið 50 í tali úr øllum Norðurlondum. Hetta eru málfrøðingar, sum arbeiða á teimum norðurlendsku málnevndunum og málráðunum og fólk, sum annars hava áhuga fyri málrøkt í breiðari merking.
Evnið fyri fundin er grannamálsundirvísing og norðurlendsk málrøkt. Ein høvuðsspurningur er, hvussu grannamálsundirvísing kann stuðla upp undir norðurlendska málrøkt, soleiðis at skilja at hon kann styrkja tann skandinaviska málfelagsskapin. Hvørji háttaløg og hvat tilfar verður nýtt í grannamálsundirvísingini, og hvussu kunnu málnevndirnar lata tilfar til grannamálsundirvísingina?
Fyrilestrarhaldararnir eru úr teimum ymsu londunum. Hesin árligi málfundurin skiftist ímillum at verða hildin í teimum ymsu Norðurlondunum. Seinast hann var í Føroyum, var í 2004.
Um veðrið loyvir tí, fara vit ein túr undir Vestmannabjørgini leygardagin og fara síðan inn á søgusavnið á Fjørukrónni í Vestmanna.
Gestirnir fara av stað aftur sunnudagin 29. august.