Í sambandi við norðurlendska fundin kemur Absalon Eysturoy, lækni, at tosa um gengransking í epilepsi í Føroyum. Eisini fer Bjarki á Rógvi Hansen at tosa um SUDEP fyribrigdið, ið merkir brádligi deyði hjá teimum, ið hava epilepsi. Hesi innlegg eru ikki almenn, men verða viðgjørd á tí norðurlendska fundinum.
Nevndarforkvinnan Randfríð Sørensen sigur, at uttan stuðul frá stovnum og fyritøkum, hevði hesin norðurlendski fundurin slett ikki kunnað verið hildin í Føroyum, og eru tey sera fegin um tann stuðul, tey hava fingið til hetta tiltakið.
Í sambandi við, at Bjarki á Rógvi Hansen, neurologur er í Føroyum, verður ein fyrilestur í Miðlahúsinum, mánakvøldið 14. juni Kl. 19.30, har Bjarki kemur at tosa um kognitivt órógv hjá fólki við epilepsi. Hesin fundur er almennur, og øll eru vælkomin.