Norðurlendskur barnaporno-ringur ikki í Føroyum

Í morgun hevur løgreglan í Norðurlondum gjørt húsarannsókn í 81 húsum í Norðurlondum samstundis. Ongin av hesum adressum var í Føroyum - Vit hava onki havt við hatta átakið at gera, so tað merkir, at ongin var í Føroyum. Tað mugu vera gleðilig tíðindi, sigur Bergleif Brimvík, kriminalovasti.

Hinvegin var talan um eitt heilt stórt átak í morgun, tá løgreglan vitjaði 81 ymiskar adressur í Norðurlondum, har illgruni var um, at fólk búgva inn, sum hava við barnaporno at gera.

Átakið varð hildið øgiliga loyniligt, til tað var liðugt, so at tað ikki hevði við sær, at fólk sjálvi fóru eftir fólki, sum eru undir illgruna fyri at gera og eiga barnaporno.

Somuleiðis var átakið hildið loyniligt, so tey við barnaporno ikki megnaðu at sletta ella goyma nøkur spor.

Danskir miðlar staðfesta, at tað vóru fólk í øllum samfelagnum og øllum støðum, ið eru undir illgruna fyri barnaporno.

Hóast nógv var gjørt burturúr, so var altso ongin uppíblandaður í Føroyum.