Fara tær 18 milliónirnar norðurlendingar, sum tosa skandinavisk mál, eisini í framtíðini at kunna tosa saman á teirra móðurmáli - ella fara øll sum frá líður at tosa enskt?
Um tann norðurlendska málfatanin skal hava eina framtíð, er neyðugt hjá norðurlendingum at kenna líkleikir og munir millum teirra mál. Og ivaleyst fer tilvitið um málsliga og mentanarliga felagskapin at gera okkum meir opin og tollynt mótvegis teimum ymsu mentanunum í nútíðar samfelagnum
Soleiðis verður sagt í sambandi við útgávuna av nýggju bókini Norðurlandamál við rótum og fótum frá Málráð Norðurlanda, sum gevur øllum áhugaðum møguleika at finna seg sjálvan í tí norðurlendska málfelagsskapinum. Sakliga og livandi greiðir bókin frá søguni hjá teimum norðurlendsku málunum, og hvussu hesi eru slektað hvørt við annað. Eisini verður kunnað um málini í Finnlandi, samisku økjunum og í Grønlandi.
Frá novembur fær bókin eitt ískoyti av eini røð av styttri tekstum, sum millum annað snúgva seg um støðuna og framtíðina hjá smáum málum í alheimseringini. Tekstirnir verða at finna á www.norden.org/pub, har bókin eisini kann bíleggjast á føroyskum, íslendkum, svenskum, norskum og donskum. Eisini ber til at taka bókina niður sum pdf fílu.