Havi altíð tikið fult og heilt undir við hugsjónini um eina veruliga samgongu millum Norðurlond. Meti tað sum eitt álvarsligt afturstig, at ítøkiligu ætlanirnar um eina handils- og tollsamgongu millum norðurlond – tað sonevnda NORDEK – sum eitt nú Olof Palme stríddist fyri í seksti- og sjeytiárunum, varð endaliga jarðað, tá Danmark fór upp í ES í 1973. Haldi, tað hevði verið ein stórur fyrimunur fyri Føroyar politiskt, búskaparliga, mentanarliga og sosialt – og vit høvdu helst longu verið sjálvstøðugt land á jøvnum stigi við hini Norðurlondini, um norðurlendska samstarvið hevði verið ment til eina veruliga samgongu ella eitt samveldislíknandi samstarv. Í dag eru vit enn ikki sjálvstøðugur limur í Norðurlandaráðnum og ikki viðurkend í altjóðarætti. Meðan tey sjálvstøðugu Norðurlondini eru farin í tvíningar millum ES-limir og ikki ES-limir.
Wetterberg blæsir lív í
Í sambandi við ársfundin hjá Norðurlandaráðnum í Stockholm í 2009, skrivaði svenski søgufrøðingurin, Gunnar Wetterberg, eina kronikk í Dagens Nyheter, har hann mælti til, at Norðurlond skulu skipa seg í eitt samveldi. Ítøkiliga skeyt hann upp, at skipað verður ein føderasjón, har teir fimm norðurlendsku statirnir eru limir: Svøríki, Finnland, Noreg, Danmark og Ísland.
Hetta skapti ávíst kjak og umrøðu, og á ársfundi Norðurlandaráðsins í Reykjavík í november 2010 legði Wetterberg fram ein lítlan bókling, fíggjaður av Norðurlendska Ráðharraráðnum, har hann greiðir nærri frá sínum hugsanum. Høvi varð eisini til at kjakast við Wetterberg og onnur um málið á pallborðsfundi. Og her tók undirritaði lut.
Skal mæla øllum til, at fara til fundin hjá Norrøna Felagnum mikukvøldið at lurta eftir og skifta orð við Gunnar Wetterberg. Hann er ein framúr greiður og lívligur maður, sum fær sligið sínar grundgevingar væl fastar – og lýsir tær bæði søguliga, við nútíðardømum og við framtíðarvisjónum.
Norðurlond – tíggjundi størsti búskapur í heiminum
Millum grundgevingarnar hjá Wetterbergi fyri fyrimununum og møguleikunum í einum Norðurlendskum samveldi, vísir hann millum annað á:
Norðurlond tilsaman eru 25 mió. fólk, men búskaparliga eru vit tilsamans tíggjundi størsti búskapur í heiminum (størri enn tildømis Russland og Brasil).
Norðurlond hava somu grundvirði við denti á fólkaræði, samhaldsfastar vælferðarskipanir, og javnstøðu.
Tað samstarvið, ið longu er skipað innan útbúgving, felags arbeiðsmarknað, sosial rættindi, heilsussamstarv, umhvørvi og mentan, kann mennast uppaftur meiri og sterkari.
Í uttanríkispolitikki kunnu Norðurlond í felag fáa stóran leiklut í heimspolitisku gongdini. Tildømis høvdu Norðurlond kunnað tikið lut í G-20 bólkinum.
Harumframt hevur Wetterberg eina røð av dømum um og uppskotum um, hvussu samveldið kann skipast. Tó stendur enn heldur ógreitt, hvussu hann ímyndar sær viðurskiftini við ES.
Føroyingar sum javnsett tjóð
Á fundinum í Reykjavík spurdi eg Wetterberg, hví hann bara tosar um fimm lond, tá hann tosar um norðurlendskt samveldi. Hví viðger hann ikki tær 9 norrønu tjóðirnar? Skulu vit taka norðurlendsk virðir fyri áljóðandi, so hava tey altíð lagt dent á javnstøðu millum tjóðir, og tí eiga Norðurlond sjálvandi eisini at stuðla frælsisrættindunum hjá føroyingum, grønlendingum, álendingum og sámum. Wetterberg segði seg vilja hugsi nærri um og viðgera hendan spurning – og tí verður áhugavert at vita, hvat hann sigur á fundinum í Føroyum.
Í grein í Dimmalætting eftir fundin í Reykjavík, hevði ein blaðmaður á Dimmu hug at kalla Wetterberg ein ”sambandsmann” og legði tað fram eins og hugsjóninrar hjá Wetterbergi skuldu verið í andsøgn við fullveldishugsjónina í Føroyum. Harmiligt, at slíkar misskiljingar og hugtaksfløkjur enn skulu mynda orðaskiftið í Føroyum, har gjøgnum ættarlið er billað fólki inn, at ein sjálvstøðug tjóð er okkurt sum liggur einsamalt og avbyrgt. Veruleikin er sjálvsagt tann øvuti, at ein sjálvstøðug tjóð og egið fullveldi er fortreytin fyri at taka lut í altjóða samstarvi ella á jøvnum føti í samveldum ella øðrum skipanum (eins og ES-londini).
Wetterberg tosar um eina altjóðarættarliga samgongu millum sjálvstøðugar tjóðir. Hann tosar ikki um, at tildømis Danmark ella Noreg skulu vera partar av Svøríki ella øvut. Vilja føroyingar taka lut í hugsjónini um eina norðurlendska samgongu ella eitt norðulendskt samveldi, so krevur tað sjálvsagt, at vit verða javnsett og taka lut sum sjálvstøðugt fólk.
Veruleikafjart?
Wetterberg hevur fingið nógvar spurningar og uttanumtos frá norðurlendskum politikarum, sum siga, at uppskot hansara er veruleikafjart. Hann hevur svarað, at um onkur fyri 30 árum síðani segði, at eitt Evropasamveldi fór at hava 27 limir, so hevði tað eisini verið skírt veruleikafjart og óðamannatos.
Undir øllum umstøðum eru hugmyndirnar hjá Wetterbergi greiðar og samstarvsøkini liggja beint fyri. Um eitt norðurlendskt samveldi skal skipast sum ein beinleiðis føderasjón ella sum eitt heldur leysari samveldi millum statir, ber altíð til at kjakast um. Men um vit lurta og hugsa, so eru fyrimunirnir eyðsýndir og grundgevingarnar ímóti truplar at finna.