Norðurlendskt hondbóltsbrak

Í kvøld kl.18 hittast manslandsliðini hjá Svøríki og Danmark í einari norðurlendskari granna­uppgerð í OL. Góður møgu­leiki er fyri at Ísland bíðar vinn­ara­num av hesum dystinum í hálv­finaluni, og tryggjar tað eitt norður­lendskt lið í finaluni

Danmark og Svøríki spenna bein fyri hvørjum øðrum í mans­hondbólti í OL í vónini um at røkka heiðursmerkjum. Hetta er greitt eftir at júst tey bæði norðurlondini hittast í einu fjórðingsfinaluni. Hin­vegin, um Ísland vinnur sína fjórð­ingsfinalu ímóti Ungarn, verður tað eisini ein norður­lendsk hálvfinala ímillum Ísland og Danmark ella Svøríki. Henda støðan hevði tryggjað eitt norðurlendskt lið í OL-final­uni.
Svøríki gjørdist nummar trý í A-bólkinum, meðan Dan­mark endaði á øðrum plássi í B-bólkinum.
Mánadagin dystaðust Svøríki og Frakland um annað plássið í A-bólkinum, og var hetta tískil ein beinleiðis dystur um at sleppa undan at møta dønum í fjórðingsfinaluni. Frak­land vann dystin 29-26 og møta teir nú Spania.

Danmark hevur haltað
Danska landsliðið hevur gam­an í fingið teir sigrarnar, sum skulu til, men í byrjanini var tað ikki meiri enn næstan og vunnu teir við fyrst tveimum málum á Ungarn og síðani við einum máli ímóti bæði Spania og Serbia. Í fjórða dystinum vórðu teir avhølvaðir við 11 málum ímóti Kroatia, áðr­enn teir aftur vunnu tepurt í sein­asta dystinum í bólka­spæl­inum; nevniliga 26-24 ímóti Suður­korea.
Hetta hevur fingið danska landsliðsvenjaran, Ulrik Wilbek, at taka í egnan barm.
– Vit kunnu gerast betri. Tað ræður um at spæla okkara besta. Gera vit tað, so hava vit ein møguleika at koma í hálv­finaluna, men spæla vit soleiðis, sum vit hava gjørt teir báðar seinastu dystirnar, so verður trupult at koma í hálvfinaluna, segði Ulrik Wilbek við DR eftir dystin ímóti Suðurkorea.

Ísland slóðar fyri
Tað hevur gingið sum eftir ánni hjá íslendingum. Teir vunnu allar fimm dystirnar í bólka­spælinum og ósigraðir koma teir víðari sum bólkavinnarar og hitta teir nú Ungarn, har teir hava ein góðan møguleika fyri at spæla seg víðari til eina norðurlendska hálvfinalu. Svøríki ella Danmark bíða nevn­i­liga teimum í einari møgu­ligari hálvfinalu.
Hetta er seinasta OL hjá 39 ára gamla Ólafi Stéfanssyni, sum hevur verið ein leiðari í nógv ár og framvegis er tað. Guðjón Valur Sigurðsson hevur tó verið mest eyðsýndi leikarin á liðnum og er hann við sínum 36 málum í teimum fimm bóla­dystunum toppskjútti í kapp­ingini.
albinus@sosialurin.fo

Allar fjórðingsfinalurnar verða leiktar í dag, mikudagin, og verða tær spældar soleiðis:

Ísland - Ungarn, kl.11.00
Spania - Frakland, kl.14.30
Svøríki - Danmark, kl.18.00
Kroatia - Tunesia, kl.21.30