Norðurlendskir stjórar hittast í Føroyum

Stjórarnir í teimum trimum Norðulandahúsunum og tveimum Norðurlandastovnunum hava havt fund í Føroyum seinastu dagarnar

Stjórarnir á mentanarstovnunum hjá Norðurlandaráðnum hava havt fund í Føroyum um dagarnar, eins og høvið eisini hevur verið til at gera útferðir í Føroyum.
Trý eru Norðurlandahúsini, í Nuuk, Reykjavík og í Havn. Í Mariehamn á Álandi og Helsinki i Finlandi, eru ikki hús sum so, men ein stovnur, sum hevur á leið somu uppgávur sum húsini, vit kenna í Útnorði.
Hesir fundirnir teirra millum verða regluliga hildnir, greiddu tey frá, hendan dagin, tey vitjaðu í Miðlahúsinum í Vágsbotni.
Tosað verður um tiltøk, tey hvør sær standa fyri, og ikki minst um tiltøk, sum tey skipa fyri í felag, sigur Stefan Simonsen, sum er stjóri fyri Norðurlenska stovninum í Mariehamn.
Hann vísir sum dømi um samstarv til framsýningina um veiðimentan í Norðurhøvum, sum á ferð síni fyri norðan var í Føroyum nakað herfyri. Alt í alt, eru ikki so heilt fáar av slíkum verkætlanum, greiðir hann frá.
Umframt á slíkum serligum fundum teirra milum, hittast stjórarnir á hesum mentanarstovnunum eisini regluliga, tá Norðurlandaráðsfundir verða hildnir. Teir leggja dent á, at tað er ótrúliga umráðandi við samstarvi millum stovnarnar.
Á ferðini í Føroyum verður vitjað ymsastaðni at síggja mentanarlig tiltøk sum framsýningar og annað. Eisini varð farið við tyrlu út í Koltur, har Bjørn Patursson fór at siga frá um oynna við serligum atliti at gamla býlinginum í Koltri.