Norðurlendskir pensjónistafelagsskapir halda árliga fund sín í Føroyum í hesum døgum.
Fundirnir byrjaðu í dag og halda fram til mikudagin. Nordisk Samarbetskomite (NSK), sum er norðurlendskir pensjónistafelagsskapir úr Danmark, Norra, Svøríki, Finlandi og Íslandi saman við umboðum fyri Landsfelag Pensjónista halda á hesum sinni árliga fund sín í Tórshavn.
Mánadagin og mikudagin verður fundur um norðurlendskt samstarv.
Íslendska Landssamband Eldri Borgara hevur uppskot at kortleggja ynski og tørv á umsorganarøkinum í londunum.
Í kvøld eru gestirnir úti í Tinganesi og vitja Kai Leo Johannesen, løgmann.
Í morgin verður skipað fyri útferð í Kalsoynna. Har verður farið við bussi til allar bygdirnar í oynni. Í Mikladali og Trøllanesi fara staðkend fólk at siga frá bygdasøgu v. m. Viðrar verður siglt runt oynna við staðkendum frásøgufólki, og seinni verður døgurði í bygdahúsinum á Húsum.
Norðurlendsku gestirnir fara aftur til Danmarkar við flogfarinum seinnapartin mikudagin.
- Fundurin skuldi upprunaliga haldast í Føroyum í fjør vár ? men øskan frá Eyðafjallajøkli hevði við sær, at fundurin mátti útsetast til í ár, sigur Ingrid S. Henriksen frá Landsfelag Pensjónista.