Norðurlendskir høvuðsstaðir samstarva um grønari býarumhvørvi

 

Norðurlendsku høvuðsstaðirnir ? og harvið eisini í Tórshavn ? hava eftir eina ráðstevnu um grønan vøkstur og umhvørvisloysnir undirskrivað eina semju um samstarv. Í semjuni binda býirnir seg til at hjálpa hvørjum øðrum við umhvørvisloysnum fyri býir, og at vera til íblástur hjá høvuðsstaðum og býum uttan fyri Norðurlond sigur Tórshavnar komuna í tíðindaskrivi.

 

Frameftir fara norðurlendsku høvuðsstaðirnir at hjálpa hvørjum øðrum, og at veita býum uttan fyri Norðurlond íblástur. Yvirskipaða málið er at fáa eitt umhvørvisvinaligar og grønari býarumhvørvi fyri borgararnar, og at býta um hugskot og loysnir á umhvørvisøkinum.

 

Hetta hava borgarstjórarnir í norðurlendsku høvuðsstaðunum bundi seg til í einum skjali, sum varð undirskrivað fyrrapartin eftir eina ráðstevnu um grønan vøkstur og umhvørvisloysnir í Keypmannahavn. Heðin Mortensen, borgarstjóri, undirskrivaði vegna Tórshavnar Býráð og kommunu.

 

Ein orsøk til, at norðurlendsku høvuðsstaðirnir nú fara at hava tætt samstarv um umhvørvisloysnir, er, at býir hava stóran týdning fyri arbeiðið við at avmarka CO2 útlátið í heiminum. Býir standa fyri 75 prosentum av samlaða CO2 útlátinum í heiminum. Harumframt búgva fleiri enn 50 prosent av heimsins íbúgvum í býum.

 

Handfaringin av veðurlags-, umhvørvis- og orkuavbjóðingunum er øðrvísi úr sjónarhorninum hjá býum enn hjá einum landi. Framferðarhættirnir í sambandi við orkuframleiðslu, -útbreiðslu og nýtslu eru ofta sera ymiskir. Til býartrupulleikar krevjast tí býarloysnir.