Mánadagin, týsdagin og mikudagin verður norðurlendskir mentanardagar í Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn.
Grønlendingar hava seinastu árini havt fleiri tiltøk á Ríkissjúkrahuúsinum bæði fyri at gera grønlendingar meira sjónligar og sum eina uppliving fyri fólk, sum eru á sjúkrahúsinum.
Norðurlendsku dagarnar í ár tók bókasavnið á Ríkissjúkrahúsinum stig til, at tá ið Elinora Olsen, føroyski sjúklingaráðgevin varð spurd, um føroyingar høvdu hug at vera við, segði hon beinanvegin ja.
- Tað er so týdningarmikið, at tey á Ríkissjúkrahúsinum vita um føroyingar. Tað er jú stórur munur á at búgva í Føroyum og á Eysturbrúgv í Keypmannahavn, sigur Elinora Olsen.
Norðurlendsku dagarnir byrja mánamorgunin, tá ið høvi verður hjá fólk at royna føroyskan, íslendskan og grønlendskan mat í forhøllini, og tá syngur og spælir Stanley Samuelsen.
Seinni um dagin verður grønlndsk gudstænasta, og Fótatraðk fer upp á gólv.
Týsdagin verða føroyskar, íslendskar og grønlendskar sagnir lisnar fyri børn, og ymist annað verður fyri børn.
Mikudagin hevur Bergur Jacobsen, prestur gudstænastu í kirkjuni á Ríkissjúkrahúsinum, norðurlendsk bindikafé verður í forhøllini, og um kvøld framførir grønlendski bólkurin Mik í forhøllin.
Føroyingar hava at hava bóklingar at býta út, og føroyskur tónleikur verður at hoyra.
Bussurin Sóljan fer at flyta føroyskar sjúklingar og avvaraðndi millum Ríkissjúkrahúsið og Sjúklingahotellið Tórshavn.