Millum ár og dag koma lutfalsliga stórar upphæddir til Føroya úr norðurlendskum grunnum. Ein av grunnunum er Norðurlendski Mentunargrunnurin.
Grunnurin, sum býtir út árliga 25 mió. krónur til norðurlendskar verkætlanir, verður stjórnaður av 13 limum. Tveir limir verða valdir fyri hvørt av ríkjunum, meðan tey trý sjálvstýrandi økini hava hvør sín lim.
Fyri 2007 og 2008 umboðar Jógvan við Keldu aftur Føroyar. Umframt at hann eisini fyrr hevur verið nevndarlimur, er hann limur í Norðurlandaráðnum.
Við at fara inn á heimasíðuna HYPERLINK "http://www.nordiskkulturfond.org" www.nordiskkulturfond.org ber til at síggja, hvørjar verkætlanir grunnurin stuðlar, og eisini síggjast tær verkætlanir, sum grunnurin hevur stuðlað til Føroya og sjálvandi onnur lond. Í høvuðsheitum stuðlar grunnurin upp til tvey ár og at helst skulu verða trý norðurlond um verkætlanina. Grunnurin verður ikki roknaður sum afturvendandi stuðulsgrunnur eftir tey tvey árini.
Leggjast kann eisini afturat, at grunnurin stuðlar millum tvey lond, har t.d. Føroyar kunnu vera við í eini verkætlan, har t.d. Noreg, Svøríki ella Danmark eru høvuðsumsøkjari.
10. og 11. mai var fundur í Keypmannahavn, har 520.000 krónur av 6.9 mió. krónum vóru játtaðar beinleiðis og óbeinleiðis til Føroyar.
Góðar verkætlanir
Ein stór verkætlan er í samband við, at Norðurlandahúsið komandi ár fyllir 25 ár og í tí sambandinum leggur til rættis listaframsýning við 17 listafólkum, har 10 teirra eru úr Føroyum, 4 úr Danmark, 1 úr Íslandi og 2 úr Grønlandi.
Umframt at framsýningin verður í Norðurlandahúsinum í Føroyum verður ferðast til Lansmuseet á Gotlandi, til Stavanger kulturstad, Overgaarden ella Sophienhjem í Keypmannahavn og so til Noðurlandahúsini í Reykjavík og Katuaq í Nuuk.
Framsýningin verður mett listarliga at liggja á høgum støði, og at hon ferðast til ymsu londini, verður hildið sum givna orsøk at stuðla hesi verkætlan.
Nólsoyar Dansifelag
Svenska Visarkivet hevur vegna Nólsoyar Dansifelag søkt um 120.000 krónur, sum eisini eru játtaðar til eina ferð til norðurlendsku høvuðsstaðirnar Oslo, Helsinki, Stokhólm og Keypmannahavn at vísa føroyskan dans. Ferðin tekur eina viku.
Endamálið er at vísa livandi føroyska fólkadansarasiðvenju og fyri áhugaðar norðurlendingar eini sjálvi at royna dansin. Ferðin verður eisini mett at stuðla undir, at føroyingar halda fram við at menna sangin og dansin. Umframt fara luttakararnir at fáa eina mentunarsøguliga kunning um teir fýra høvuðsstaðirnar.










