Stadionætlan
Talan var um eitt imponerandi setup, sum Brian Mollerup legði fram um ætlaðu stórbyggingina á Amager. Somikið imponerandi, at tú freistaðist til at halda, at samtakið handan høllina hevur hugsað um alt. Men sjálvur vil Brian Mollerup ikki siga, at teir hava hugsað um alt.
- Nei, tað haldi eg ikki. Har kundi sjálvandi verið ein svimjihylur eisini, men tað eru tað ikki veruliga pengar í, so tað hava vit ikki við.
- Og sjálvandi eru ymsir lutir, sum kunnu pussast av á vegnum, men hetta er nakað, sum vit hava arbeitt við í langa tíð, og vit hava fyrireikað alt somikið væl, sum vit yvir høvur halda tað ber til. Vit hava arbeitt saman við Arup Sport og IMG, sum bæði hava túsundtals fólk í starvi, umframt at vit eisini hava nýtt juridiska og fíggjarliga ráðgeving frá øðrum samstarvsfelagum.
- So eg haldi, at vit nú hava givið kommununi í Keypmannahavn eitt ógvuliga áhugavert setup, sum eg vóni verður tað, sum verður skotið ígongd í 2009, sigur Brian Mollerup.
Norðurlendskur høvuðsstaður
Støddin á verkætlanunum er stóri munurin millum Copenhagen Multiarena og ætlanina hjá AEG. Og júst støddin er nakað, sum Brian Mollerup leggur stóran dent á.
- Vit halda at tær visjónir, sum vit hava um støddina og karmarnar kring ætlanina eru áhugaverdar. Bæði fyri mentunarliga partin, men eisini fyri ítróttin og vinnuna, tí alt hongur jú saman. Og við hesum kunnu vit draga stórar hendingar til Keypmannahavnar og til Ørestadsøkið.
- Við at tosa um eina arena við plássi til 15.000 fólk haldi eg, at fólk avmarkað seg sjálvi. Hetta skalt skiljast soleiðis, at fyri yvir 20 árum síðani bygdu sviar eina høll við 15.000 sitiplássum. Heldur tú at talan er um framstig, um tú gert tað sama í Keypmannahavn í dag, og at hetta er tað, sum skal til, fyri at draga stór events til Skandinavia, so hevði alt hetta í dag hent í Globuni í Malmø. Og eg kann so vátta, at tað ger tað ikki.
- Ikki tí. Globan er eisini eitt flott projekt, men har er pláss fyri 12.000 fólkum, og tað hóskar til Malmø, og tað hevur einki við dagsins Keypmannahavn at gera.
Og dagsins Keypmannahavn er eisini væl meira enn bara sjálvur býurin?
- Ja. Við tí infrastrukturi, sum nú ræður, er talan um eitt uppland upp á kanska hálva fjórðu millión fólk. So grundarlagið í dag er nakað heilt annað, enn tað var fyri 20 árum síðani. Brýr eru til bæði Svøríki og Fyn. Flogvøllurin er bara tveir kilometrar frá eini vónandi nýggjari multiarena. Har er metro og motorvegur, so har eru allir møguleikar fyri, at Keypmannahavn veru.liga kann fatast sum høvuðsstaðurin í ikki bara Danmark men fyri alt Skandinavia. Malmø er eisini spennandi, men spyrt tú meg, so hevur tað ikki sama appeal.
- Mín visión er í øllum førum, at vit skulu segmentera Keypmannahavn sum mentanarligan og ítróttarligan høvuðsstað. Og tá skal tað altso ikki bara vera sum høvuðsstaður fyri Keypmannahavn og Danmark. Men fyri alt Skandinavia, sigur Brian Mollerup.