Norðurlendskar smakkroyndir

Litteratur i Nord,
Nordisk råd, 2005

Sum oftast boðar tað frá onkrum áhugaverdum, tá ein høvundur er í uppskoti til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins. Tí er tað eitt sindur spell, at tað ofta bert er vinnarin, sum vekir ans, meðan hini ikki fáa sama møguleika at gera vart við seg, tá hóvastákið er av. Ivaleyst er tað eisini so, at vit, tá avtornar mest kenna hesar høvundar av umrøðu heldur enn frá innliti í teirra verk.
Tí má tað sigast at vera kær­komið, at nýggja bókin Litteratur i Nord nú bjóðar smakkroyndir av verkunum hjá øllum teimum ellivu, sum vóru í uppskoti til virðislønina 2005. Men ikki minst er bókin ein framúr góður møguleiki hjá lesararum at fáa innlit í nakað av tí besta innan norðurlendska prosa og yrking í løtuni.
Høvundarnir hava sjálvir valt úrdráttirnir úr verkunum, meðan ymisk bókafólk á donskum geva køna innleiðslu í tey einstøku verkini, sum hartil verða mett í mun til ritverkið hjá høvundanum annars.
Sjálvir tekstirnir eru á uppruna­málinum. Harumframt eru føroysku og finsku tekstirnir týddir til svenskt, meðan teir íslendsku eru endurgivnir á ávikavist svenskum og norskum

Litteratur i Nord er ókeypis og kann takast niður á www.norden.org ella bíleggjast umvegis heimasíðuna.