Meðan tjóðir aðrastaðni í Europa loysa stríðsmál við blóðugum stríði, tosa Norðurlond um tingini og finna fram til samstarv ístaðin.
Hetta samstarv fer millum annað fram í Norðurlandaráðnum, og Jógvan við Keldu, sum er annar av føroysku limunum í Norðurlandaráðnum heldur, at norðurlendska samstarvið skal verða ein fyrimynd hjá til dømis londunum á Balkan-hálvoynni
- Vit vita ikki, hvussu gott vit hava tað í Norðurlondum, og hvussu lætt vit hava at samstarva, sigur Jógvan við Keldu, sum fyri kortum vitjaði í Jugoslavia, har hann millum annað hevði fund við býráðslimir í Beograd.
- Vit síggja til dømis samstarvið, sum nú fer fram tvørtur um Oyrasund, og hetta samstavið kemur bara at økjast, sigur hann.
Stuðlar útjaðaranum
Í síðstu viku hevði Norðurlandaráðið fund í svenska býnum Haparanda, og júst hesin býurin hevur gjørt eitt samstarv tvørtur um markið við finska býin Torniå. Har fara børn um landamark í skúla og til ymisk frítíðarítrív, og býirnir hava gjørt eina menningarætlan fyri økið.
- Norðurlandaráðið arbeiðir í hesi tíð hart fyri at verja útjaðaran, sigur Jógvan við Keldu og vísir á, at tað finnast tvey sløg av útjaðara. Eitt land, sum liggur í útjaðaranum, og eitt øki í einum landi, sum liggur í útjaðaranum.
- Í Føroyum verða vit noydd at samstarva meira, og til dømis er tað upplagt, at Klaksvík fer at samstarva við býir í Eysturoynni, tá undirsjóvartunnilin kemur um Leirvíksfjørð um nøkur ár, sigur hann.
Jógvan við Keldu og Dan Reinert Petersen eru føroysku løgtingsumboðini í Norðurlandaráðnum, og teir eru so at siga grannar - við einum fjørði ímillum. Teir hava javnan havt samstarvið millum Klaksvík og Fuglafjørð uppi at venda.
Mugu minna á Føroyar
Føroysku umboðini í norðurlandanevndini hjá Norðurlandaráðnum mugu javnan minna hini londini á, at Føroyar, Ísland og Grønland hoyra til Norðurlond.
- Serliga Svøríki og Finnland hava størri hug at hyggja eystureftir, til baltisku londini, tí har er eitt øki, sum kemur at mennast nógv næstu árini, men Føroyar, Ísland og Grønland hoyra til Norðurlond, og tí skulu vit verða við, eisini tá tað kemur til samstarv eystureftir, sigur Jógvan við Keldu.
Tá norðurlendski fundurin var í Svøríki í síðstu viku, vóru fløggini hjá teimum sjálvstýrandi pørtunum av Norðurlondum - Føroyar, Áland og Grønland - ongastaðni at síggja, og tað varð gjørt vart við fra føroyskari síðu, og Álland tók undir við hesum.
- Vit skulu ikki grenja, men vit mugu minna á, at vit hoyra til Norðurlond, sigur Jógvan við Keldu.
Myndatxt
- Vit skulu ikki grenja, men vit mugu minna á, at vit hoyra til Norðurlond, sigur Jógvan við Keldu, limur í Norðurlandaráðnum