Fótbóltur
Føroyar eru einasta norðurlendska fótbóltstjóðin, sum hevur upplivað framgongd í 2008.
Føroyska liðið var nummar 194 av øllum FIFA-tjóðunum, tá seinasti listin fyri 2007 varð kunngjørdur, men nú eru fótbóltsharrar okkarar komnir upp á nummar 184. Fyrst og fremst takkað verið javnleikinum móti Eysturríki.
Hinvegin gonst einki serligt hjá grannatjóðum okkara.
Svøríki, sum er fremsta norðurlandið á listanum, er nú nummar 32, og tað er fyrsta ferðin, síðani byrjað varð við listanum í 1993, at Svøríki ikki telist millum 30 tær bestu fótbóltstjóðirnar í heiminum.
Danmark er nú at finna sum nummar 37, Finnland er nummar 55 og Noreg er dottið heilt aftur í 59. plássið. Eisini í Íslandi er talan um afturgongd, og er Ísland nú nummar 83.
Top-10
(Í klombrum plaseringin fyri november)
1 Spania (1)
2 Týskland (2)
3 Holland (4)
4 Italia (3)
5 Brasil (5)
6 Argentina (6)
7 Kroatia (7)
8 Ongland (10)
9 Russland (8)
10 Turkaland (13)