Rithøvundin Liza Marklund, sum hevur selt milliónir av krimibókum kring heimin, kemur síðst í mai til Føroya at vitja. Hon verður gestur í Rás2-sendingini Hvonn Live Svenska Liza Marklund verður roknað sum norðurlendska krimi-drotningin. Hon hevur skrivað stórseljandi krimisøgur um journalistin Annika Bengtzon, sum nógvir føroyingar munnu hava lisið.
46 ára gamla Liza Marklund er uppvaksin har norðuri í Svøríki. Hon hevur útbúgving sum journalistur og hevur røkt álitsstørv á bløðum og sjónvarpi.Hon hevur eisini luttikið í samfelagskjakinum í Svøríki við greinum og klummum í bløðum.
Liza Marklund er tó best kend sum rithøvundi. Hennara krimibøkur hava selt næstan 8 milliónir eintøk á 30 málum, og her á okkara leiðum man hon verða ein tann best seljandi krimi-rithøvundin.
Liza Marklund eisini triðstørsta bókaforlagið í Svøríki, og hon er UNIXEF ambassadørur.
28. mai verður Liza Marklund gestir í sendingin Hvonn Live, sum Rás2 sendir beinleiðis av Hvonn í Havn.