Norðurlendsk uppgerð í kvøld

Tann í okkara eygum mest áhugaverdi dysturin í EM-hondbóltskappingini í kvøld man vera dysturin ímillum Noreg og Ísland. Hyggja vit at hagtølunum, hava íslendingar verið teir stinnaru. Teir hava ikki tapt ímóti norðmonnum í einari kapping síðani 2006, og í HM-endaspælinum í fjør vunnu íslendingar greiðan sigur 29-22 á norðmonnum.

 

Íslendingar dylja heldur ikki fyri, at teir vænta og ætla sær at vinna dystin ímóti skyldmonnunum í kvøld. Teir ugga seg við, at tann sterki norski verjuspælarin John Jensen kann ikki spæla í kvøld orsakað av leikbanni.

 

Norðmenn hava tó als ikki slept vónini um at vinna í kvøld. Teirra uggi er, at tveir av teimum allarbestu íslendsku spælarunum, Ólafur Stefánsson og Snorri Guðjónsson, eru ikki við EM-liðnum í Serbia. Harafturat vísa fleiri norðmenn á, at tann norski málverjin Ole Erevik (myndin) hevur roynst munandi betur enn tann íslendski Bjørgvin Páll Gustavsson, og at tað kann gera mun í kvøld.

 

Dysturin millum Ísland og Noreg verður kl. 19.15 okkara tíð. Í sama bólki spæla Slovenia og Kroatia kl. 17.15.

 

Hinir dystirnir í kvøld eru Russland-Frakland og Spania-Ungarn.