Allir teir norðurlendsku forsætisráðharrarnir eru til staðar, tá Norðurlandaráðið og Baltiska Ráðið hava felagsfund í Helsinki 8. og 9. februar. Paavo Lipponen, Kjell Magne Bondevik, Göran Persson, Poul Nyrup Rasmussen og David Oddsson fara at tosa um norðurlendska leiklutin í EU og Europa við baltisku felagarnar og norðurlendskar og baltiskar politikarar. Fleiri ráðharrar luttaka.
Umframt luttaka t.d. eisini forsætisráðharrarnir í Letlandi og Estlandi, Vilis Kristopans og Mart Siimann.
Styrkt samstarv
Kriminalitetur og trygdarpolitikkur í Eystursjóarøkinum eru eisini á skránni. Norðurlandaráðið og Baltiska Ráðið fara væntandi undir styrkt samstarv um umhvørvis- og orkumál.
Heldur minni hevur verið tosað um umstøður hjá uppvaksandi børnum og ungum, men eisini tað skal røðast um á fundinum.
Bókmenta- og tónleikavirðislønir
Virðislønir Norðurlandaráðsins 1999 í bókmentum og tónleiki verða handaðar mánadagin 8. februar í Helsinki á savninum fyri samtíðarlist, Kiasma.
Fyri stuttum frættist, at danska Pia Tafdrup fær bókmentavirðislønina. Tónleikavirðislønina fær finski dirigenturin Leif Segerstam.
Virðislønirnar eru áljóðandi 350.000 danskar krónur.