Norðurlendsk sigursrøð

Við Svøríki sum europameistara og Danmark og Íslandi í hálvfinalunum gjørdist EM í hondbólti ein sonn sigursgongd fyri norðanlondini

Honbóltur

tað var kanska væntandi, at svenska landsliðið á heimavølli skuldi gera ein veruligan vørr til júst lidnu EM-kapping. Ikki minst nú kappast varð á heimavølli.

Dramatikkur í finaluni
Tað eydnaðist eisini Svøríki at vinna gull, men í finaluni stóð heilt nógv á, og tað vóru ikki øll, sum vóru eins fegin um avrikið hjá dómaraparinum í dysstinum.
Støðan var tann, at í seinastu royndini at javna, skiftu sviar málverjan út og ein útispælara inn. Tað eydnaðist teimum eisini at skora, men Týskland hevði framvegis 11 sekund eftir, og hetta nýttu teir til at senda bóltin í manntóma svenska málið.
Dómararnir mettu tó iki, at týskararnir skuldu byrja somikið skjótt, og tí varð málið kolldømt. Týskararnir vóru sjálvandi í øðini, men líka hjálpti. Tvær ferður fimm minuttir skuldu avgera alt, og einki er at siga til, at tað nú vóru sviar, sum vóru munandi betri fyri sálarliga.
Uttan stórvegis hóvasták avgjørdu teir dystin, soleiðis at endaliga støðan gjørdist 33-31.
Tað fer tó uttan iva at vera hangandi í minninum, at hetta var finalan, har dómararnir góvu Svøríki sigurin. Týsku bløðini eru um at kódna í illsinni í hesum døgum, og í Danmark tykjast stóru bløðini eisini at vera farin við í herferðini móti Svøríki.

Bronsa til Danmark
Sum nevnt, so vóru bæði Danmark og Ísland í hálvfinaluni, og hóast tað tá gjørdist til tap hjá báðum, so fáa tey illa verið annað enn nøgd um úrslitið.
Ikki síðani glaðu dagarnar í Los Angeles í ?84 hava danir átt eitt landslið, sum veruliga kann gera seg galdandi í altjóða høpi. Og vónirnar til nýggja unga liðið eru eisini ovurstóran, nú teir longu hava tryggjað sær atgongd til HM.
Eisini íslendingar munnu fegnast um avrikið, sum fær teir at minnast stóra gjøgnumbrotið, sum liðið hevði á OL í Seoul í 1988. Tá loyptu íslendingar hvøkk á fleiri mótstøðulið, og tað kunnu teir heilt víst gera aftur. Eisini hóast tapið fyri Danmark gjørdist nóg so greitt. 29-22 var endaliga støðan, men hesi tøl lúgva eitt sindur, tí talan var alla tíðna um ein sera javnan, har størsta danska hetjan var eykamálverjin, Michael Bruun.