Umboð fyri føroysku feløgini vóru sera fegin um úrslitið av 3. Útbjóðingini, nú loyvini vórðu latin mánamorgunin. Hýrurin á føroyska umboðnum fyri danska felagið varð eisini góður, nú feløgini eru farin í samstarv við norska oljurisan StatoilHydro sum flaggskip í hesum norðurlendska oljuflotanum.
Atlantic Petroleum
Wilhelm Petersen, stjóri í Atlantic Petroleum: -Vit hava verið saman í øðrum loyvum, og vit síggja fram til at samstarva í hesum sterka samtakinum, har StatoilHydro er fyristøðufelag. Tað, sum er sermerkt við hesum samtakinum, er m.a. fyri okkara viðkomandi, at tøkniligu fólkini, sum arbeiða hjá okkum í London, hava verið við i leitingini við Føroyar frá byrjan. Tey síggja fram til at arbeiða saman við góðum og royndum fólkum hjá hinum feløgunum.
Faroe Petroleum
Nils Sørensen, stjóri í Faroe Petroleum: -Hetta verður sera spennandi, og hyggja vit eftir útbjóðingini síggja vit, at hetta eru feløg, sum hava verið við frá byrjan. Hóast feløgini fækka, so síggja vit nú, hvørji feløg hava Føroyar sum fokusøki. Og tí er tað eisini náttúrligt, at tey arbeiða meira og meira saman, tí nógv planlegging skal til. Vit síggja fram til eitt gevandi samstarv.
DONG
Regin Hammer, stjóri í Dong: -Vit eru við í sera nógvum loyvum vestan fyri Hetland og nú eisini í føroysum øki. Vit eru sera fegin um at vera við í einum norðurlendskum bólki sum hesum. Tað verður spennandi at arbeiða saman við hesum feløgum. Atlantsmótið, sum fevnir um økini vestan fyri Hetland og Føroyar, eru kjarnuøki hjá Dong. Hóast oljan er gularótin, so sær Dong stórar møguleikar í enn goymdum gassgoymslum millum Føroyar og Hetland.