Norðurlendsk mentanarráðstevna Í Havn avlýst

Norðurlendsku høvuðsstaðirnir skuldu byrja mentanarráðstevnu í Havn í morgin, men nú er ráðstevnan avlýst vegna trupulleikar við flogferðsluni. Tilsamans skuldu meir enn fimmti fólk úr Helsinki, Stokkhólmi, Oslo, Keypamannahavn, Reykjavík og Havnini vera á ráðstevnuni mikudagin og hósdagin.

Nakrir av luttakarunum eru tó komnir. Íslendingarnir komu í nátt og onnur aftrat er komin í morgun. Hóast sjálv ráðstevnan er avlýst, fáa gestirnir ymsar upplivingar í Føroyum.

Til dømis verður útferð út í Koltur í morgin og hósdagin verður rundferð til ymsar mentanarstovnar í Havn.

Hetta var fyrsta ferðin, mentamálanevndin hjá Tórshavnar kommunu skuldi vera vertur fyri hesi norðurlendsku ráðstevnuni, sum embætisfólk og mentanarpolitikarar halda annaðhvørt ár.

- Vit harmast, at ferðslan tók seg soleiðis upp, men ætla at herja á aftur seinni, sigur Jógvan Arge, formaður í mentamálanevndini í Havn.

- Umsitingin hevði gjørt eina áhugaverda skrá um mentanarpolitiskar avbjóðingar hjá norðurlendsku høvuðsstøðunum. Hana fer tað vónandi at bera til at avgreiða eina ferð seinni í ár, sigur Jógvan Arge.