Leiðararnir fyri matrikulstovnarnar í norðanlondum hava verið savnaðir á fundi í Føroyum seinastu dagarnar. Talen er um árligar fundir, sum eftir tørni verða hildnir í ymsu norðanlondunum, og hesaferð hevði Umhvørvisstovan í Føroyum tørn. Hetta eru sera gevandi fundir á høgum fakligum støði, har sitið verður væl undir tí, hini hava at siga um, hvussu farið verður fram í dagliga arbeiðinum, hvørjar avbjóðingarnar eru, og hvørjar menningarætlanir eru í gongd.
Matrikuldeildin á Umhvørvisstovuni greiddi frá nýggja matriklinum - eigindómsskránni, sum er ein tøknilig samanrenning av matrikli og tingbók, og sum lættir óført um í samskiftinum við Tinglýsingina. Útskifting varð annað evnið, sum varð viðgjørt, og sum ivaleyst verður tikið uppaftur við seinni høvi, tí júst á hesum økinum er nógv at heinta og læra hvør frá øðrum.
Fyrra dagin varð hildið til í Skibsted pakkhúsi í Tinganesi, og seinna dagin á Gjáargarði við Gjógv.