Norðurlendsk giktafeløg hittast

Í vikuskiftinum verður Giktafelag Føroya vertur fyri einum norðurlendskum ráðsfundi millum giktafeløg í Norðurlondum. Tvær ferðir árliga møtast feløgini hjá hvørjum øðrum, og hesa ferð eru Føroyar vertur fyri ráðnum. Tað verða tvey umboð fyri hvørt Norðurland og m.a. verða hesi evni viðgjørd:

Viðgerð - IT - Internationalt samstarv - Kunningartilfar - Gransking - Nýggir heilivágir og kostnaðurin - um tørvin innan giktalæknar.

Tey norðurlendsku giktafeløgini, sum er úr Svøríki, Danmark, Noreg, Finland, Ísland og Føroyum, eru knýtt saman í eitt ráð, sum nevnist Nordisk Reuma Råd. (NRR).

Giktafelag Føroya varð í 1997 innlimað í NRR og fekk sama sjálvstøðuga rætt sum hin Norðurlondini. Giktafeløgini teljast millum tey størstu feløgini í Norðurlondum, og bara í Danmark eru 80.000 limir. T.d. letur danska felagið fleiri milliónir til gransking árliga.

NRR hevur ein arbeiðssetning:

- Kunna um giktasjúkurnar, um viðgerð, fylgjurnar av sjúkuni.

- Møguleikarnar fyri felags norðurlendskari útbúgving og gransking verða víðkaðir.

- Samstarva norðurlendskt í giktafeløgunum.

- Vinabýavirksemið verður økt, eisini á giktaøkinum.

- Samstarva internationalt.

WHO hevur viðtikið, at frá 2000 til 2010 skal í øllum heiminum verða fokuserað uppá sjúkur í rørslulagnum og viðgerð av hesum sjúkum.

Giktafeløgini vilja samstarva fyri, at norðurlendsku heilsuministararnir verða kunnaðir um manglandi fakpersonali innan Revmatologi. Útbúgvingarnar eiga at gerast meira spennandi og meiri upplýsing eigur at fara fram á universitetunum og heilsuskúlum innan hesar sjúkur.

Giktarakt fólk krevja, at serútbúgvin lækni tekur sær av teimum. Fyri at fáa eina diagnosu so tíðliga sum møguligt, krevst at læknin er spesialist á økinum. Gikt rakar fólk í øllum aldri, bæði børn og vaksin. Tey flestu verða rakt í arbeiðsførum aldri. Gikt er sera pínufull og niðurbrótandi fyri likamið.

Giktsjúkan er dýr fyri samfelagið. T.d. innleggingar, heilivágur, uppvenjingar, skurðviðgerðir, hjálpartól, persiónir o.a.

Í Danmark er samlaði kostnaðurin fyri statin ? ca. 29 mill. kr. ? í Finnlandi 9 mill. FIM ? í Svøríki 49 mill. SEK, og í Íslandi 14 mill. ÍSK. Vit hava ongi tøl fyri Føroyar.

Skjót diagnosering og skjót viðgerð kann fáa kostnaðarstøðið munandi niður, við at fólk verða verandi úti á arbeiðsmarknaðinum, færri innleggingar, færri skurðviðgerðir.

Danska giktafelagið hevur nýliga lagt eina sera spennandi og upplýsandi »giktamiðstøð« út á alnótina. www.gigtbasen.dk. Henda støðin vendir sær bæði til sjúklingar og viðgerðarar.

Í komandi blaðnum hjá Giktafelag Føroya fáa limirnir frágreiðing frá norðurlendska ráðsfundinum.

Giktafelag Føroya telur slakar 400 limir og at felagnum eru knýttir tríggir undirbólkar, foreldrabólkurin, ungdómsbólkurin og fibromyalgibólkurin. Felagið gevur 2-3 bløð út um árið, har føroysk viðurskifti verða viðgjørd, so sum fyrilestrar og skeið.

Giktasjúklingar í Føroyum eru ikki so væl fyri við t.d. arbeiði, venjingarmøguleikum osfr. Ert tú ikki úti á arbeiðsmarknaðinum sum onnur, ella mást tú úr starvi tínum, tí tú ikki klárar starvið sum tú hevur, so er einasta alternativ pensión. Vard størv eru ongi, viðgerðarmøguleikarnir eru ikki serliga góðir, fráfarandi lækni fær ongan avloysara, so framtíðarvónirnar eru ikki av teimum bestu.

Felagið royndir at kunna myndugleikarnar um støðu giktsjúklinganna, men sum nú er er onki ítøkiligt uppskot um, hvussu vit loysa hesar stóru trupulleikar.

Felagið hevur skrivstovu í MBF-húsinum og er opið mánadag millum kl. 14?16.