Norðurlendsk framsýning í Norðurlandahúsinum

Summarframsýningin 2007:

Fríggjakvøldið 1. juni, mentanarnáttina, verður fernisering kl. 22.00 í Norðurlandahúsinum í sambandi við eina Norðurlendska framsýning við bæði føroyskum og norðurlendskum myndlistafólkum.


Talan er um eina samtíðarlistaframsýning, sum er ein øðrvísi, avbjóðandi og áskoðaravinarlig uppliving við viðurkendum norðurlendskum myndlistafólkum,

sum í fyrstu syftu skal vísast í Norðurlandahúsinum í Føroyum summarið 2007.


Síðani skal framsýningin í 2008 virka sum 25 ára jubileumsframsýning hjá Norðurlandahúsinum. Framsýningin skal í hesum sambandi undir eina norðurlendska turné til m.a. Gotland, Norra, Danmark, Ísland og Grønland.


Tey luttakandi listafólkini eru: Úr Føroyum: Astrid Andreasen, Fríða Brekku, Edward Fuglø, Zacharias Heinesen, Hansina Iversen, Rannvá Kunoy, Oggi Lamhauge, Hans Pauli Olsen, Torbjørn Olsen, Brandur Patursson. Úr Danmark: John Kørner, Jonas Hvid Søndergaard, Kassandra Wellendorf & Simon Løvind, Kathrine Ærtebjerg. Úr Íslandi: Anna Líndal. Úr Grønlandi: Julie Edel Hardenberg. Og úr Noregi: Fredrik Raddum.


Í samband við framsýningina er eitt katalog gjørt. Eisini er ein presentatión av luttakandi listafólkunum og fimm ymiskar yrkingar um samtíðarmenniskjað og náttúruna skrivaðar av ungum yrkjarum úr hvørjum av teimum luttakandi londunum.



Kelda: www.nlh.fo



(Mynd av Norðurlandahúsinum)