Norðurlendsk diabetes ráðstevna í Føroyum

Í dag byrjar norðurlendska diabetes ráðstevnan “Nordic Diabetes Forum”, sum í ár verður hildin í Føroyum. Á ráðstevnuni umrøða norðurlendsku diabetesfeløgini læknalig, sosial og politisk viðurskifti, ið hava við sjúkuna diabetes at gera.

- Nordic Diabetes Forum er eitt kærkomið høvi hjá diabetesfeløgunum í norðanlondum at hittast og umrøða mál, ið hava felags áhuga. Tað eru nógvir føroyingar, sum annaðhvørt eru raktir av diabetes typa-1 ella diabetes typa-2, og tí er tað sera týdningarmikið, at vit halda okkum dagførd um nýggjastu vitanina og granskingina á økinum, sigur Kristiana Rein, formaður í Diabetesfelag Føroya.

Fleiri áhugaverd evni eru á skránni á Nordic Diabetes Forum í ár. Millum annað verður nomið við, hvussu diabetes ávirkar sálarlívið, hvørja ávirkan nátturúumhvørvið kann hava á sjúkuna diabetes og eisini verður hugt nærri at, hví insulin og insulin pumpur tykjast at vinna frama í Norðanlondum.

Í Føroyum eru umleið 350 fólk, sum hava diabetes typa-1, meðan umleið 2000 fólk hava fingið staðfest diabetes typa-2. Í sama viðfangi verður roknað við, at umleið líka mong hava sjúkuna, men hesi hava ikki enn fingið staðfest sjúkuna. Tað vil siga, at útvið 4.500 føroyingar hava sjúkuna diabetes.

Tað er í døgunum 7. til 10. juni 2012, at Nordic Diabetes Forum í Havn.