Norðurlendingar stýra dystinum

Tað verða norðurlendingar, sum í kvøld fara at døma og eygleiða, tá Føroyar og Sveis spæla.

Dómararnir eru svenskarar og eita Henrik Mäkinen og Göran Jonsson, og EHF-eygleiðarin til dystin er danskarin Allan Lund.

Serliga hesin síðstnevndi av teim­um trimum er væl kendur í Føroyum. Hann vitjaði fyrstu ferð hendavegin í 1980 sum landsliðsvenjari hjá Grøn­landi. Eisini hevur hann vant donsku landsliðini hjá bæði kvinnum og monnum, men nú starvast hann í europeiska hondbóltssambandinum, EHF.

hil