Norðurlendingar myrdir í Afghanistan

11 fólk lógu eftirá, tá ill mótmælisfólk lupu á eina ST-skrivstovu í Mazar-i-Sharif har norðuri í Afghanistan í dag. Tíðindastovurnar siga, at fólk eru í øðini um, at ein prestur í USA hevur brent halgu bókina hjá muslimum, koranina.

Ein ST-talsmaður sigur við tíðindastovuna Reuters, at átta útlendingar, sum arbeiddu hjá ST, vórðu myrdir í álopinum, og at tveir teirra vórðu hálshøgdir. Teir átta útlendingarnir eru ein norðmaður, ein svii, ein rumeni og fimm vaktarmenn úr Nepal.

Eisini í Kabul gingu fólk mótmælisgongu ímóti koranbrenningini í USA. Sambært løgregluni mótmæltu umleið 200 fólk uttan fyri amerikonsku sendistovuna í býnum.

Tann 21. mars setti amerikanski presturin Wayne Sapp eld á eitt eintak av koranini, og hendingin hevur elvt til mótmæli í muslimska heiminum.