Norðurlendingar kappast í bridge

Mánadagin byrjaði kappingin um norðurlandameistaraheitið í bridge í Føroyum. Hetta er aðru ferð, at føroyingar skipa fyri eini slíkari kapping, og málið hjá føroysku liðunum er at enda í miðjuni av kappingini

Bestu brigdespælararnir í Norðurlondum eru í hesum døgum savnaðir í Føroyum til NM kappingina í bridge.
? Málið hjá okkum er at enda miðskeiðis í stigatalvuni, sigur Mortan Rasmussen, sum er ein av føroysku fyriskiparunum.
Føroysku liðini er altíð endað aftast í teimum kappingum, sum tey hava luttikið í seinastu tjúgu árini, men vónirnar undan hesi kappingini eru góðar.
Danmark, Noreg, Svøríki og Íslandi eru í flokki fyri seg, og síðani mugu Finnland og Føroyar kappast um tey aftastu plássini. Føroyar hevur luttikið í NM síðan fyrst í áttatiárunum.

Heimselitan
Nakrir av heimsins bestu bridge spælarum eru við í kappingini í Føroyum. Nevnast kann Geir Helgemo úr Noregi, sum er yrkisspælari í útlondum.
Seks lond eru við í NM-kappingini. Tey einastu Norðurlondini, sum ikki luttaka, eru Grønland og Áland.
Umleið sjeyti luttakarar eru við í kappingini, sum verður spæld á Hotel Hafnia í Havn. Møguleiki er hjá áhugaðum at fylgja við í kappingini, tí tann eina høllin verður opin fyri almenninginum. Eisini ber til at fylgja við á heimasíðuni www.bridge.fo.
Kappingin endar fríggjadagin, tá nýggi Norðurlandameistarin verður kosin. Útlendsku gestirnir fáa eisini møguleika at gera nakrar útferðir, meðan teir eru í Føroyum.
Føroyska mansliðið sær soleiðis út: Bogi Simonsen og Rói á Rógvu Joensen, Jóannes Mouritsen og Heðin Mouritsen, Per Kallsberg og Dánjal Pauli Mohr. Venjari og liðformaður er Svend Novrup.
Kvinnuliðið er hetta: Marjun Restorff og Arnleyg Mikkelsen, Jóna Grunnveit og Henriette Svenstrup, Laila Danielsen og Maria Christiansen. Venjari og liðformaður er Marner Joensen.

MYND:
Høgni Hoydal, uttast til vinstru, setti mánamorgunin NM í bridge. Setanin var í Listaskálanum, og kappingin fer fram á Hotel Hafnia MYND: Álvur Haraldsen