Farleiðin, sum verður opin, tá ísurin fer at minka í økinum kring Norðpólin, kann fáa sera stóran týdning fyri allan heimin sum flutningsleið. Tað segði russiski forsætisráðharrin, Vladimir Putin, á einari ráðstevnu, sum er í russiska býnum Arkangelsk, og sum snýr seg um tað norðara póløkið í framtíðini.
Putin vísti á, at tann nýggja farleiðin verður tann stytsta flutningsleiðin millum marknaðirnar í Evropa og marknaðirnar við Kyrrahavið, og tí verður allur flutningur bíligari.
Millum røðararnar á ráðstevnuni í Arkangelsk var íslendski forsetin, Ólafur Ragnar Grímsson. Hann nevndi millum annað, at í sambandi við ta nýggju farleiðina norðanfyri kann Ísland blíva ein miðstøð fyri flutningi millum Asia, Evropa og Amerika. Morgunblaðið skrivar, at íslendski forsetin hevði fund við Putin í gjár.










