Norðurlandaráðið heiðrar Mikkelborg

Danski trompet úrmælingurin Palle Mikkelborg fekk í gjár Nor?urlendsku Tónleikavirðislønina. Hetta varð kunngjørt á middegi í gjár. Eisini føroyingur var í uppskoti. Annar føroyingur er samstarvsfelagi og ein av tónleikaligu hornasteinunum hjá ársins vinnara

 

Palle Mikkelborg er gamal kenningur í Føroyum. Hann hevur luttikið á Jazz, Fólka og Bluesfestivalinum og hann vitjar aftur komandi ár, tá festivalurin hevur heitið Listahátíð Føroya.

Á middegi í gjár kunngjørdi Norðurlandará?ið í Copenhagen Jazzhouse, at Palle Mikkelborg fær Norðurlendsku Tónleikavir?islønina.

Í uppskoti til vir?islønina vóru m.o. Ole Kristiansen, Benny Andersson, ið er kendur úr Abba, og føroyingurin Magnus Johannessen. Tað er felagsskapurin Nomus, Nordisk Musikkomite, ið innstillar til vir?islønina.

Í ár gjørdist vinnarin ein dani. Palle Mikkelborg er føddur í 1941 og er kendur trompetleikari. Hann spælir jazz, men tónleikur hansara er eisini so nógv annað. Hann er leitandi, improviserandi og hann roynur nýggjar leiðir. Umframt at vera trompetsnillingur, leikar Mikkelborg eisini onnur ljó?føri.



Palle rósar Óla Poulsen

Ein hin kendasti føroyingurin í danska tónleikaheiminum er Óli Poulsen. Føroyingurin, i? tók lei?ina til Danmarkar seinna helming av áttatiárunum og sum gjørdist ein hin dugnaligasti og mest avhildni tónleikaframleiðarin (produsarin) í Danmark. Hann hevur m.a. starvast við Michael Learns to Rock, Hanne Boel, Sidsel Kyrkjebø og so sanniliga eisini Mikkelborg.

Palle Mikkelborg hevur ikki dult, at hann er glaður fyri samstarvið við Óla, ið hevur framleitt sí?stu útgávurnar hjá Palla Mikkelborg.

Longu í 1992 finna vit Óla Poulsen á fløguni hjá Mikkelborg, i? nevnist Anything but Grey. Óli hevur framleitt, tiki? upp og hann spælir eisini fleiri ljó?føri. Og ta? eru vøkur or?, i? ársins vinnari hevur at bera Óla á hesi fløguni. Mikkelborg takkar og sigur: to Óli Poulsen for guiding me over the ocean and for showing me the sound of it.

Vir?islønin er áljó?andi 350.000 danskar krónur og virðislønin ver?ur handa? í Oslo 2. - 3. apríl 2001.