Í Norðurlandahúsinum arbeiða kreativ fólk, tað sóu vit best hósdagin. Í hesum førinum vóru tað tær báðar, Katrin Johannesen og Judith Ludvig, ið høvdu gjørt eina køku, ið var eitt modell av Norðurlandahúsinum. Tær greiddu okkum frá, at køkan var uppbygd av lagkøkubotnum, makrónum, køkukremi, syltitoy og marcipan við pistacie-massa. Báðar hava tær útbúgving innan matgerð, Katrin Johannesen er útbúgvin kondittari og Judith Ludvig er útbúgvin kafeteria-assistentur og matstovuatstøðingur. Katrin og Judith arbeiða báðar í køkinum. Judith er eisini leiðari á kafeteria í húsinum.
myndtekstur: