Norðurlandahúsið hevur leingið roynt at varpað ljós á Norðurlendskar filmar í Føroyum, við at vísa ymsar filmar í Havnar Bio.
Nú er aftur Norðurlendskt filmskvøld á skránni.
Tað er filmsfelag Norðurlandahúsins Klipp, ið skipar fyri sýningini.
Talan er um svenska spenningsfilmin Beyong, ið Pernille August hevur leikstjørnað. Noomi Rapace, ið er kend frá filmsrøðini Mænd der hader kvinder hevur ein av høvuðsleiklutunum.
Sýningin verður mikudagin 14. September í Havnar Bio.