Á skránni vera nógv ymisk tiltøk við serligum denti á norðurlendska mentan. Nakað av tí, sum kann upplivast í Norðurlandahúsinum mikudagin er finskur tango tónleikur, norðurlendskir stuttfilmar, framsýning av listaverkum, sum húsið eigur, norðurlendskir brellbitar, føroysk ævintýr, framsýning av glasfuglunum hjá Trónda Paturssyni, sum júst eru heimkomnir úr Washington, frumsýning av dansileikinum “Regn” hjá Det Ferösche Compagnie, konsert við 10 norðurlendskum sangskrivarum, føroyskur dansur o.a.
Sum partur av føðingardagshaldinum letur ein serstøk uttandurað sýning upp í miðbýnum í Tórshavn týsdagin 7 mai. Sýningin, ið ber heiti “Minnist tú?”, er ein myndarøð við tiltøkum úr 30 ára søgu húsins.
Endaspurturin verður ein konsert leygarkvøldið 11. mai, har føroyingar á fyrsta sinni fáa høvi at hoyra nýggja bólkin BYRTA. Afturat teimum verða Brynjolfur (DJ), og íslendsku bólkarnir Úlfur Úlfur og Sísí Ey.
Húsið hevur hesi seinastu 30 árini havt stóran týdning fyri mentan og list í Føroyum og hevur verið karmur um nógv fjøltáttað tiltøk, sum hava ríkað føroyingar við bæði heimligum og altjóða mentanarligum upplivingum. Mikudagin 8. mai fara vit at hátíðarhalda tey 30 farnu árini, men Norðurlandahúsið hevur nógvar ætlanir fyri framman, sum vónandi kunna viðvirka til menning og frambur á føroyska mentanarpallinum framyvir.