Norðurlandahúsið 25 ár

Oddfríður Marni Rasmussen, Formaður í LISA, hugleiðir um føðingardagsbarnið



Í ár fyllir Norðurlandahúsið 25 ár, og er húsið ongin unglingi longur. Hvat kann ein so vænta sær av einum slíkum mentanarstovni, sum er vorðin so gamal? At Norðurlandahúsið hevur havt alstóran týdning fyri føroyskt listalív er ein sannroynd. Húsið hevur verið karmur um manga ógloymandi konsertina, sjónleikin, upplesturin, ja, Norðurlandahúsið hevur verið karmur um øll listasløg, og tað hevur eisini rokkið tvørtur um listamørk.

Norðurlandahúsið hevur havt nógvar stjórar. Summir hava verið góðir, meðan aðrir hava verið verri. Hetta sæst aftur í teimum listarligu tiltøkunum, sum hava verið. Stjórarnir hava verið úr hinum Norðurlondunum. At føroyingar hava kunnað sæð, hvat ið rørir seg á listafrontinum í teimum ymisku Norðurlondunum hevur verið ein frægd. Hevur stjórin verið úr Finnlandi, so hava vit sæð nógva finska list. Hevur stjórin verið úr Noregi, hava vit sæð nógva norska list. Hevur stjórin verið úr Íslandi, hava vit sæð nógva íslendska list o.s.fr. Stjórarnir hava tikið listaliga samleikan við sær haðani teir eru, og soleiðis vil altíð vera, tí at júst har eru sambondini. Teir hava syrgt fyri at seta sín dám á húsið. Seinasti stjórin, Helga Hjorvar, megnaði at seta tað listarliga høgt. Har varð onki spart á listarliga økinum. Listastevnan, sum varð stáplað á beinini, var eitt tiltak, sum ikki er sætt í Føroyum áður, og tað eigur at vera ein stór gleði fyri ein stjóra at kunna siga so. Tíanverri varð hon niðurløgd, og onki av slíkum listarligum støði er komið í staðin.

Sera týdningarmikið er, at Norðurlandahúsið ikki verður brúkt sum ein fjaldur tjóðarpallur, ið tað almenna sleppur sær undan at gjalda nakað fyri, tí at hini Norðurlondini gjalda gildið kortini. Eg havi varhugan av, at tað er júst hetta, sum tað almenna ger, og hetta er ikki av tilvild, men væl hugsað ígjøgnum, og hetta er ein góð grundgeving fyri at lata vera við at byggja ein føroyskan stovn, ið skal virka sum karmur um føroyska listalívið. Um landið vil prógva, at tað vil Norðurlandahúsinum væl, so taka tey, ið stýra, MVG-ið av atgongumerkjunum. Gera tey so, fær Norðurlandahúsið eina knappa millión meir at keypa listarlig upplivilsi fyri. MVG-frí atgongumerkjasøla hevur stóran týdning fyri ein stovn, ið selur fólki upplivingar, spyr bara nevndarlimirnar í fótbóltsfeløgunum. Teir vita.

Hesi seinastu árini hava dygdargóð listatiltøk manglað. Eg kundi hugsað mær, at dygdargóð listatiltøk úr øllum Norðurlondum fyltu skránna meir, og at Norðurlandahúsið hevði fleiri smærri tiltøk mitt í viku. Hesi seinastu árini hava vit eisini sæð, at Norðurlandahúsið er vorðið karmur um ráðstevnur um alt millum himmal og jørð. Eg ivist stórliga, um hesar ráðstevnur eisini profilera Norðurlandahúsið sum mentanar- og listastovn í Norðurlondum. Summir ráðharrar í Norðurlondum, serliga tann svenski, vilja minka játtanina til Norðurlandahúsini í Føroyum, í Álandi og í Grønlandi, tí at teir meta, at teir onki fáa fyri tey. Eg skilji teir væl, um eitt nú Norðurlandahúsið í Føroyum verður brúkt ov nógv til ráðstevnur í staðin fyri at brúka húsið til listarlig tiltøk við listafólkum úr øllum Norðurlondum.

Nú hesin einaráðandi risin í føroyska mentanar- og listalandslagnum fyllir 25 ár, er vert at seta sær fyri at gera eina ætlan, soleiðis at Norðurlandahúsið ikki hvørvur sum mentanarstovnur. Onki loyndarmál er, at Norðurlandahúsið hevur havt alstóran týdning fyri Føroyar, føroysk listafólk og útlendsk við. Men tað er ógvuliga sjónligt, at hesin risin hevur verið einaráðandi á økinum. Vit eiga onki hús í Føroyum, sum føroyingar gjalda fyri, sum er so stórt sum hetta. Vit eiga nakrar listarligar smáttur til føroysk listafólk, men eitt hús, har føroysk list kann mennast, hava vit ikki, og tí hevur Norðurlandahúsið onga kapping fingið á økinum og hevur, saman við onkrari ítróttarhøll, verið einaráðandi um tey stóru tiltøkini, meðan teir føroysku stovnarnir hava tikið sær av at húsa teimum smærru tiltøkunum. Uppgávan hjá  Norðurlandahúsinum er at fáa norðurlendska list til Føroya og at fáa føroyska list út í øll Norðurlondini. Eg haldi ikki, at Norðurlandahúsið hevur megnað hesa uppgávuna, síðani Listastevnan varð niðurløgd.

Í sambandi við at Norðurlandahúsið fyllir 25 ár, verður gallakvøld, ið verður sent beinleiðis í Sjónvarpi Føroya. Á skránni eru nærum bara føroyskir bólkar og føroysk listafólk. Hvar eru listafólkini úr hinum Norðurlondunum? Lívgandi hevði verið, um vit høvdu kunnað farið til eitt gallakvøld á tremur við góðum listafólki úr øllum Norðurlondum og sýnt hetta í Sjónvarpi Føroya.

Ikki er vanligt, at ein spillir eitt føðingardagsbarn út, og hetta geri eg heldur ikki. Eg royni at koma við onkrum hugskotum, sum kunnu menna Norðurlandahúsið og føroyskt listalív. Karmarnir eru ótrúliga góðir, og nógvir stjórar hava veruliga megnað at flutt listamørk, tí at teir hava ført góða útlendska list til Føroya og hava megnað at flutt góða føroyska list út í útlondini, og tað er endamálið við Norðurlandahúsinum í Føroyum.

Vónandi fer Norðurlandahúsið at gera mun í framtíðini, eins og tað til tíðir hevur gjørt í fortíðini. Eg vil tí ynskja Norðurlandahúsinum í Føroyum hjartaliga til lukku við 25 ára føðingardegnum, og ynskja tí nógv góð og spennandi