Kappingin er fyri bólkar har allir limir eru undir 26. ár. Kappingin er skipa soleiðis, at hvør bólkur spælir í 25 min, og síðan meta tríggjir dómarar um hvør framførslu var best. Vinningurin er ein tónleikarundferð í Norðurlondum.
Luttakandi bólkarnir eru:
Stryknin, Ísland
JassKamikaze, Danmark
Listen, Noreg
Ben-Jammin, Føroyar
Sound of the Millenium, Svøríki
Reactor-5, Finland
Jassvanten, Áland
Tey størri londini hava í farna árinum havt innleiðandi umfør, har lokali vinnarin so umboðar landið á konsertini í Norðurlandahúsinum. Tey smærru londini velja ofta út bólkar at umboða seg, og soleiðis hevur
eisini verið við tí føroysku luttøkuni
.
Undanfarnu árini hava føroyskir bólkar verið við á hvørjari finalu. Av tónleikarum sum hava luttikið fyri Føroyar, kunnu nevnast Búi Dam, Heðin Z. Davidsen, Brandur Jacobsen, Mikael Blak, Dánjal á Neystabø,
og mangir aðrir. Føroyski bólkurin í ár, Ben-Jammin, er mannaður við evnaríkum tónleikarum:
YNJC er tað besta, sum Norðurlond hava at bjóða innan jass undir 26 ár, og støðið er sera høgt og víttfevnandi, - líka frá reinum jassi til tað rokkuta. YNJC verður fyriskipað av Jassforbundunum hjá teimum størri londunum, saman við jass- áhugafeløgum í teimum smærri londunum. Ókeypis atgongd er til konsertina..