Ein norðurkoreanskur hermaður flýddi í dag yvir um markið til Suðurkorea, eftir at hann hevði skotið tveir av sínum starvsfeløgum. Tað skrivar suðurkoreanska tíðindastovan Yonhap.
Sum skilst varð hermaðurin tikin beinanvegin, og undir avhoyring hevur hann greitt frá, at hann skeyt tveir norðurkoreanskar heryvirmenn, tá hann flýddi.
-Vit hoyrdu seks skot, og stutt eftir sóu vit ein norðurkoreanskan hermann koma ígjøgnum tann avvápnaða geiran, sigur ein talsmaður fyri suðurkoreanska herin við Yonhap.
Myndugleikarnir í Norðurkorea hevur ikki sagt nakað um hendingina. Yonhap skrivar frá suðurkoreanska herinum, at vaktarmenninir á markinum hava sæð líkini av tveimum hermonnum hinumegin markið.
Tað er ikki ofta, at hermenn flýggja úr Norðurkorea til Suðurkorea. Sambært Yonhap er hermaðurin, sum flýddi í dag, tann fjórði tann seinastu tíggju árini.










