Um miðjan næsta mánað fer Norðurkorea at senda ein fylgisvein út í rúmdina í sambandi við 100 ára dagin hjá landsfaðirinum, Kim Il-sung. Tað er tann almenna tíðindastovan KCNA, sum ber tíðindini, og tey hava elvt til vreiði, tí fleiri síggja ta ætlaðu útskjótingina sum eina roynd við einari langtberandi rakett, sum skal brúkast til hernaðarlig endamál.
KCNA skrivar, at fylgisveinurin hevur fingið navnið Kwangmyongsong-3, og at hann er gjørdur í Norðurkorea. Tíðindastovan sigur, at hann skal bara brúkast til friðarlig endamál, og at hann fær ongar avleiðingar fyri onnur lond.
Útlendskir embætismenn eru ikki í iva um, at í veruleikanum ætlar Norðurkorea at royna eina langtberandi hernaðarrakett, sjálvt um landið nýliga lovaði, at tað fór ikki at gera fleiri rakettroyndir. Tíðindini hava serliga vakt ans í Japan, og japanska stjórnin sigur ætlanina vera brot á eina ST-samtykt.
Fyri trimum árum síðani royndi Norðurkorea eina rakett, sum bar 3.200 kilometrar. Tá søgdu eygleiðarar, at talan var um eina hernaðarliga rakett, sum kundi røkka málum í eitt nú amerikanska statinum Alaska.