Norðurkorea spælir við vøddunum

Norðurkorea royndi fyrrakvøldið eina rakett. Í Suðurkorea ávarar forsetin grannan ímóti avleiðingunum

Beint áðrenn tann nývaldi suðurkoreanski forsetin, Roh Moh-hyun, varð tikin í eið, kunngjørdi suðurkoreanska verjumálaráðið, at Norðurkorea hevði skotið eina rakett úr yvir Japanska Havið.
Tilburðurin fekk eisini ávirkan á setanarrøðuna hjá suðurkoreanska forsetanum. Tann 56 ára gamli løgfrøðingurin ávaraði Norðurkorea og segði, at landið noyðist at velja ímillum kjarnorkuvápn og altjóða hjálp. Forsetin nýtti tó høvi at gera vart við, at tað eru onnur viðurskifti, sum tey bæði grannalondini kunnu samstarva um.
Norðurkoreansku myndugleikarnir vóru skjótir at vátta, at landið hevði skotið eina rakett út yvir Japanska Havið. Ein talsmaður hjá myndugleikunum segði, at talan var um eina roynd, sum var neyðugt til tess at verja landsins trygd.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at Norðurkorea órógvar sínar grannar við rakettroyndum. Fyri átta árum síðani skutu norðurkoreanar eina rakett tvørtur um Japan út í Kyrrahavið. CIA vil vera við, at Norðurkorea hevur eisini rakettir, sum kunnu røkka mál á amerikansku vesturstrondini