Norðurkorea sinnað at tingast

Okkurt bendir á, at Norðurkorea er sinnað at slaka í spurninginum um landsins kjarnoprkuætlanir. Í hvussu er hevur stjórnin sagt kinesiska forsætisráðharranum, Wen Jiabao, at Norðurkorea er sinnað at taka kjarnorkusamráðingarnar uppaftur.

Men norðurkoreanska stjórnin vil hava samráðingar við USA fyrst. Norðurkoreanski leiðarin, Kim Jong-il, skal hava sagt, at tað loysir seg ikki at tingast við hini londini, fyrr enn tey fíggindaligu viðurskiftini millum USA og Norðurkorea eru fingin av vegnum.