Norðurkorea: Nú eru vit í kríggi

Stýrið í Norðurkorea hvessir nú orðalagið. Tann almenna tíðindastovan KCNA skrivaði í morgun, at nú er krígsstøða millum Norðurkorea og Suðurkorea.

-Nú og frameftir verða øll viðurskifti millum tey bæði Korealondini viðgjørd sambært krígsreglunum. Tíðin við hvørki friði ella kríggi er av, skrivaði KCNA í einum boðum til allar almennar stovnar.

Teir seinastu dagarnar hevur Norðurkorea fleiri ferðir hótt við at leypa á Suðurkorea og amerikonsk mál. Í gjár frættist, at landsins leiðari, Kim Jong-un, hevði givið herinum boð um at venda sínum rakettum ímóti amerikonskum støðum í Suðurkorea og Kyrrahavinum.

Norðurkorea hevur rakettir, sum kunnu røkka amerikonskum málum á oyggjunum Okinawa og Guam, og tær størstu rakettirnar bera til Hawaii og ein part av Alaska.