Myndugleikarnir í Norðurkorea siga seg nú vera til reiðar aftur at lata suðurkoreanskar handilsmenn vitja ídnaðarparkina, Kaesong, sum londini annars eiga og reka í felag.
Tað er umvegis almennu norðurkoreansku tíðindastovuna, at Norðurkorea leggur upp til tingingar um, hvussu parkin skal fáast í gongd aftur, og hvussu skipast skal fyri, so vinnulívsfólk aftur sleppa inn.
Síðani í apríl, tá spenningurin millum tey bæði koreansku londini øktist, hevur Norðurkorea blokerað ídnaðarparkina, har fyrst og fremst bílig norðurkoreansk arbeiðsmegi er til arbeiðis á verksmiðjum, sum suðurkoreanarar eiga.